7101.08 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7101.08
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er fýrabýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi úr evropeiskari vísindasøgu og læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnur, ið mynda vísindaliga kjakið. (2) Tey lesandi skulu læra at vera vandin, tá ið tey lesa og tulka ástøði. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um, at ongin gransking er partleys, men at granskingarspurningar harafturímóti altíð taka støði í eini ávísari fatan av, hvat vitan er, og hvussu álítandi vitan fæst til høldar. Og (4) tey lesandi skulu skilja, hvussu vísindaligar frágreiðingar – tilvitað ella ótilvitað – eru knýttar at sjónarmiðum um menning, uppaling, undirvísing og læring.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: • Hvat er vitan? • Hvat er vísindaástøði? • Hvat er objektivitetur? • Hvussu fær ein dátu og empiri til høldar? • Hvørji etisk fyrilit skal ein taka, tá ið ein hevur menniskjað sum granskingarlut ella eind? • Hvør er munurin á praktiskari vitan og serkunnleika? • Hvussu er vísindaligi hugsunarhátturin broyttur upp gjøgnum øldirnar? • Hvat er ein paradigma? Og hvussu eru paradigmuskifti tengd at tilvild, valdsstríði og sosialum trýsti? • Hvat krevst fyri at ein paradigma skeiklast og missir sína ávirkan? • Hvør er munurin á positivismu, tulkingarfrøði (hermeneutikki) og fyribrigdarfrøði (fenomenologi)? • Hvør er munurin á konstruktivismu, sosialkonstruktivismu og sosialkonstruktionismu? • Hvussu verður postmodernisman allýst og greinað í dag? Hvat fyri eitt skifti er talan um, í mun til eldri ástøði? • Hvussu er vísindaástøði tengt at didaktiskum spurningum í fólkaskúlanum, á dagstovnum, í barnagørðum og á sambýlum?
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina bundna uppgávu. Uppgávan verður skrivað einsæris. Uppgávan er lýst í serstøkum uppgávuskjali. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at draga vísindaástøðiligar frágreiðingar, hugtøk, sjónarmið og fyribrigdi inn í uppgávusvarið • Um tann lesandi megnar at vísa á sambindingina millum vísindaástøði og námsfrøðiligt arbeiði í skúlum og á stovnum • Um uppgávan er væl skipað • Um tann lesandi nýtir greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina
Lestrarlisti
Andersen, Heine (2005): Objektivitetsproblemer i samfundsvidenskab. Í Andersen, Heine (ritst.) (2005): Videnskabsteori & Metodelære. Forlagið Samfundslitteratur (22 s.) Andersen, Heine & Bo Kaspersen (ritst.) (2005) Klassisk og moderne samfundsteori (3. útg.) (20 s.) Jacobsen, Bo. (2006) Videnskabsteori (4. útg.). Gyldendal Jarvien, Margretha (2000): Pierre Bourdieu. Í Andersen, H. & Kaspersen, L. B. (ritst.) (2000) Klassisk og moderne samfundsteori. Kbh. Hans Reitzels Forlag. (29 s.) Kristiansen, Søren & Hanne Katrien Krogstrup (2005) kap 5. Faser og trin i deltagende observation. Í Deltagende Observation. København: Hans Reitzels Forlag (33 s.) Kvale, Steinar (1997) kap. 7. Interviewsituationen. Í Interview. København: Hans Reitzels Forlag (20 s.) Rasmussen, Jens (1999) Læring og læringsteorier. Í Bolt, Vibeke m.fl. (ritst.) (1999): Tidsskriftet KVAN. Århus. Århus Dag- og Aftenseminarium (27 s.) Ringsted, Suzanne og Jesper Frode (2001). Om teori og praksis. Í Plant et værksted. Grundbog om æstetiske-skabende virksomhed. København: Hans Reitzels Forlag (5 s.) Stigen, Annfinn (1983). Tenkningens historie (bind 1). Oslo: Gyldendal Norsk Forlag s. 51-169 & 378-403 (142 s.) Stigen, Annfinn (1983). Tenkningens historie (bind 2). Oslo: Gyldendal Norsk Forlag s. 519-560 & 581-638 (97 s.) Wormnæs, Odd (1987). Vitenskapsfilosofi (2. útg.) Oslo: Gyldendal Norsk Forlag s. 145-160 (15 s.) Wormnæs, Odd (1987). Vitenskapsfilosofi (2. útg.) Oslo: Gyldendal Norsk Forlag s. 19-34 (15 s.)