7102.08 - Skapandi Læra


Skeiðsnummar
7102.08
Heiti
Skapandi Læra
ECTS
3
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa greiða fatan av, hvat skapandi læra snýr seg um. (2) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um frálærufrøði og frálærufrøðiligar ivaspurningar, ið serliga eru tengdir at skapandi arbeiðshættum.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru m.a.: Hvat er skapandi læra? Hvat er ein skapandi lærutilgongd? Hvat er estetikkur? Hvat er list? Hvat er mentan? Hvussu sæst listin aftur í mentanini? Hvat er kreativitetur? Hvat er eitt kreativt og listarligt úttrykk? Somuleiðis verður hugt at hugtøkum sum: • Ljóð, tóni og rútma • Luktur og smakkur • Ljós, litur og formur • Handaligt arbeiði, handalig evni og kennisemi • Kroppur og rørsla
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er skipað sum 12 fyrilestrar á 45 – 60 min.. Aftaná fyrilestrarnar verður skipað fyri annaðhvørt (1) bólkaarbeiði, har tey lesandi kunnu skifta orð um fyrilestraevnið ella (2) smáum verkstøðum, har tey lesandi kunnu royna síni skapandi evni.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina ritroynd. Ritroyndin verður skrivað einsæris. Ritroyndin skal vera millum 5000 og 7200 tekn til longdar. (T.e. í mesta lagi 3 A4 síður) Tey lesandi verða kunnað um ritroyndina mánadagin 29. september 2008 kl. 13.00. Evsta mark at lata inn er fríggjadagin 10. oktober 2008 kl. 14.00. Ritroyndin skal handast í trimum eintøkum. Innlatingarstað er skrivstovan á Føroya Læraraskúla. Í hesum skeiðnum nýta vit bæði innanhýsis og uttanhýsis próvdómarar. Próvtal verður givið eftir 13-skalanum. Próvtalið verður skrivað inn í lærara- og pedagogprógvið. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt eftir, (1) hvussu væl tann lesandi dugir at nýta ástøði, hugtøk og fyribrigdi, ið eyðkenna skapandi lærutilgongdir, (2) hvussu væl tann lesandi megnar at draga frálærufrøðiligar spurdómar og ivamál inn í viðgerðina. Harumframt verður hugt eftir (3) hvussu tað hepnast tí lesandi at skriva og skipa eina ritroynd. (4) Nýtir hin lesandi greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting? (5) Ger tann lesandi sær dælt av vísindaligum keldum, og dugir tann lesandi at nýta APA-tilvísingarskipanina? Próvtalið er til taks í viku 43. Um so er, at ein lesandi fær 0, 3, ella 5 fyri sítt avrik, er avrikið ikki staðið. Tann lesandi skal í hesum føri skriva ritroyndina umaftur. Nýtt evsta mark verður avtalað við próvdómararnar.
Lestrarlisti
Austring, B. D. & Sørensen, M. (2006) Grundbog om æstetiske læreprocesser. Hans Reitzels Forlag s. 77 – 107 Drotner, K. (2006) At skabe sig selv. Ungdom, æstetik, pædagogik. Gyldendal s. 59-67 Eir, H. & Gregersen, G. (2002) Musikken spiller en rolle. Folkeskolens Musiklærerforening s. 13–26 & 73-99 Froda, J. & Ringsted, S. (2008) Plant et værksted: Grundbog om æstetisk-skabende virksomhed. Hans Reitzel Hansen, H. B. (2004 nr. 2) “Jackson Pollock for de yngste” & “Forunderlige Forskoleformiddage”. Billedpædagogisk Tidsskrift s. 4-11 Kirk, E. (1998) Musik og pædagogik. Forlaget Modtryk s. 84-100 & 133-146 Nielsen, F. V. (1998) Grundproblemer i de musisk-æstetiske fags didaktik. KVAN s. 1–13 Petersen, K. (1999) Æstetiske lære- og billedprocesser. I: Petersen, K. (ritstj.) Æstetiske lære- og billedprocesser. Center for billedpædagogisk forskning s. 11-20 & 38-39 Ruud, E. (1979) Musikkpedagogisk teori. Norsk Musikforlag A/S s. 36-43 Stetler, R. (1999) Med kroppen i centrum. Idrætspsykologi i teori og praksis. Dansk Psykologisk Forlag s. 97–109 Mogensen, B. et al. (2002) Elevernes alsidige udvikling gennem praktisk arbejde. Danmarks Sløjdlærerforening s. 2- 45