7105.08 - Barna- og ungdómsmentan


Skeiðsnummar
7105.08
Heiti
Barna- og ungdómsmentan
ECTS
3
Endamál
Tey lesandi skulu: • Ogna sær innlit í fatanina av børnum og barndómi í ymiskum søguligum tíðarskeiðum. • Kritiskt kunna lýsa og meta um, hvussu sambandið millum lýsingar av barndóminum og samfelagsskipan er. • Ogna sær grundleggjandi vitan um barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum.
Innihald
Barndómur í søguligum, sosiologiskum og námsfrøðiligum sjónarmiðum; hugtøkini børn og barndómur; børn sum konstruktión; barnsins mentan; sjónarmiðini hjá børnum og ungum; ungdómslívsstílur, miðlar, frítíð og spæl.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er skipað sum 8 fyrilestrar. Eftir fyrilestrarnar arbeiða tey lesandi sjálvstøðugt í bólkum. Dentur verður lagdur á skrivligt samarbeiði við útgangsstøði í teimum temaum, ið lagdir eru fyri dagin.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eitt essay. Tey lesandi fáa 3 – 4 evni/orðingar at velja ímillum, sum verða handaðar teimum lesandi fríggjadagin 19.09.08. Essayið skal skrivast einsæris og fevna um 3-4 normalsíður. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Metingarhátturin er staðið – ikki staðið. Úrslitið verður skrivað í lærara – og pedagogprógvið. Hin lesandi skal við essaynum vísa (1) at hann hevur ognað sær eina heildarfatan av tí, sum skeiðið snýr seg um; serliga tí ástøðiliga partinum av skeiðnum. Harumframt (2) skal hin lesandi nýta góðan og greiðan málburð og setningsbygnað og rætta stavseting (3) greiða og týðuliga próvførslu (argumentatión), sum í stóran mun skal grundast á vísindaligar tekstir o.t., (4) duga at skipa essayið væl (5) og duga at nýta APA tilvísingarskipanina.
Lestrarlisti
Ambjörnsen, Ronny (1981). Barnets fødsel - En skitse over barnet i historien. Í Clausen, Claus (1981) (ritstj.). Barndommens historie. En antologi. Viborg, Tiderne skifter (38 s.) Juncker, Beth (1998). Klassiske barndomsparadigmer. Í Beth, Juncker: Når barndom bliver kultur. Keypmannahavn: Forlagið Forum (34 s.) Firouz Gaini. 2007. Ungdómur og ungdómsgransking. Smárit (46 s.) Firouz Gaini. 2005. Ung, mentan og alnót í Føroyum. Í Frændafundur 5. (25 s.) Firouz Gaini. 2008. Sms-beskeder, symbolske gaver og sproglige eksperimenter. Í Nordiske sprog-og litteraturdage. (9 s.) Erika Hayfield. 2005. Børn og brúk. Í Modernaðir klassikarar. Tórshavn (12 s.) Langkilde, Kaare & Knudsen, Anne (2002). Dannelse og uddannelse i indskolingen. Í Kielgast, Eva og Knudsen, Anne (ritstj.) De første år i skolen. En antologi af temaer fra indskolingen. Værløse: Billesø & Baltzer (17 s.) Allison, J., Jenks, C, Prout, A. (1999). Barndommens sociale rum. Í James, Allison, Jenks, Chris & Prout, Allan: Den teoretiske barndom. Keypmannahavn: Gyldendal (31 s.) Mourtisen, Flemming (1998) Har børn behov for alt det legetøj? Ì Mouritsen, Flemming o.o. (ritstj.) Tidsskrift for Børne- og ungdomskultur nr. 39. Odense: Syddansk Universitetsforlag (10 s.) Mouritsen, Flemming (1998). Børnekultur - Legekultur. Í Mouritsen, Hemming: Legekultur -Essays om børnekultur, leg og fortælling. Odense: Odense Universitetsforlag (23 s.) Rasmusson, Bodil (2001). Børn som aktører i nærmiljøet. Í Bäck-Wiklund, Margareta og Lundstrøm, Tommy (ritstj) Børns hverdag i det senmoderne. Keypmannahavn: Hans Reitzels Forlag (26 s.) Knud Illeris et al. 2002. Kap. 1+2+3 Í Ungdom, identitet og uddannelse (2.utg). Roskilde (51 s.)