7106.08 - Lívsáskoðan og Siðalæra


Skeiðsnummar
7106.08
Heiti
Lívsáskoðan og Siðalæra
ECTS
6
Endamál
Ein ábyrgd hjá bæði lærarum og námsfrøðingum, í fylgi endamálsgreininum fyri skúlan og dagstovnar, er, “í sátt og samvinnu við foreldrini,” at vera við at geva børnum “eina kristna og siðalagsliga uppaling.” Henda uppaling skal taka støði í “ándsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.” Tí er tað týdningarmikið at lærarar og námsfrøðingar hava gott innlit í kristna lívsáskoðan og siðvenju. Men hetta er ikki nokk, tí henda uppaling skal vera framd í samstarv eisini við tey foreldur, ið møguliga ikki hava eina kristna lívsáskoðan; og henda uppaling skal taka støði í grundleggjandi virðir í nútíðar demokratiskum samfeløgum, so sum ándsfrælsi og fólkaræði. Tí eiga lærarar og námsfrøðingar at vera varugir við tær ymsu áskoðanir og virðir í børnini tey arbeiða við umboða. Endamálið í hesum skeiðinum er at geva teimum lesandi innlit í tey bæði høvuðs hugarákini, ið mynda lívsáskoðanir hjá flest føroyingum í dag, kristna trúgv og modernitet. Tey lesandi skulu fáa 1) innlit í grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum lívsáskoðanum; 2) læra at hugsa innan skynsemiskarmarnar í hesum lívsáskoðanum; 3) at arbeiða við etiskum spurningum inann fyri karmarnar í hesum lívsáskoðanum, og á henda hátt læra hví folk koma til ymsar niðurstøður í hesum spurningum; 4) og á henda hátt skilja hvønn leiklut lívsáskoðanir og siðvenja hava í teirra yrki.
Innihald
Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum og bólkaarbeiði, umframt gestafyrilestrum, pallborðsfundi og sjónleiki. Fyrilestrarnir vera hvønn fyrrapart, og evnini vera hesi: 1) Broytandi hugarák í 20. og 21. øld 2) Mentan og Skúli: avbjóðingar og møguleikar í einum fleirmentaðum samfelag 3) Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan og menniskja sýni 4) Sambandið ímillum trúarsamfeløg og stat 5) Mentunarligar og etiskar avbjóðingar í globaliseraðum samfeløgum 6) Grundleggjandi etisk hugtøk í kristnari siðvenju 7) Kristin siðvenja í persónligum og samfelagsligum atliti 8) Siðalæra og mannarættindi 9) Ítøkiligir etiskir spurningar í kristnum ljósi, t.d. umhvørvisspurningar
Læru- og undirvísingarhættir
Hvønn seinrapart fara tey lesandi at arbeiða í bólkum. Í byrjanini av skeiðinum fær hvør bólkur ein etiskan spurdóm, sum bólkurin skal arbeiða við gjøgnum alt skeiðið. Endamálið er, at tey lesandi arbeiða við einum viðkomandi støðu, tey kunnu koma í á yrkisleið teirra. Í bólkunum fara tey lesandi at greina hvørji viðurskifti gera seg galdandi í spurninginum tey viðgera, lýsa spurningin í ljósinum av ymsum lívsáskoðanum, og greina hvørjar niðurstøður mann kann koma til. Í viku 46 fara allir bólkarnar at leggja fram úrslitið av teirra arbeiði. Mánadagarnar í viku 44, 45 og 46 fara vit eisini at hava nøkur serstøk tiltøk: 1) Í viku 46 koma Inga Poulsen Dam, Rólant í Skorini og Hans Andrias Sølvará at tulka og viðgera endamálsgreinarnar fyri skúlan og dagstovnar. 2) Í viku 47 verður ein pallborðsfundur har umboð fyri allar politisku flokkarnar fara at viðgera og kjakast um hvønn leiklut kristin trúgv hevur í politiska arbeiðinum 3) Í viku 48 verður sjónleikurin “Nordost” á skránni. Sjónleikurin lýsir tríggjar kvinnur, ið umboða trýggjar ymsar lívstøður. Í einari krisustøðu síggja vit hvussu teirra ymsu fatanir av lívinum verða samantvinnaðir.
Próvtøkuháttur
Metingin av næminginum verður grunda á uppmøtan, luttøku í bólkaarbeiði og framløgu. Metingarhátturin er staðið / ikki staðið. Tey lesandi fáa at vita um tey hava staðið eftir bólkaframløgurnar í viku 46.
Lestrarlisti
Absalonsen, Símun (2007). Kristnu grundvirðini geva íblástur í politikki. Í H. í Skorini og P. H. Johannesesn (ritstj.) Krossvegir: Essay-savn um átrúnað og politikk. Sprotin, Vestmanna (s. 83-94) Andersen, Svend (2003): Som dig selv: En indføring i etik. Århus Universitetsforlag Apostólska trúarjáttanin. http://fo.wikipedia.org/wiki/Apost%C3%B3lska_tr%C3%BAarj%C3%A1ttanin Arendt, Rudolph (1998): Tænkning og tro: Religionsfilosofi, dogmatik, etik. G.E.C. Gads Forlag, Keypmannahavn Barnarættinda-sáttmálin hjá ST (1989) Dahl, Henrik (2005): Mindernes land. Gyldendal 2005 (s. 7-46) Eriksen, Thomas H. & Torunn A. Sørheim (2007): Kulturforskelle – kulturmøder i praksis (dk útg.) Munksgaard (s. 127-141 & 160-172) Galeano, Eduardo (2002): Med fødderne opad. Den omvendte verdens skole. Forlaget Klim (s. 217-231) Giddens, Anthony (2007): Europa i globaliseringens tidsalder. Hans Reitzels Forlag (s. 91-120) Johannesen, Páll Holm (2007): Tá ið kristindómur kemur inn um tinggátt. Í H. í Skorini og P. H. Johannesesn (ritstj Krossvegir: Essay-savn um átrúnað og politikk.. Vestmanna: Sprotin, 2007 (s. 193-207) Løgtingslóg Nr. 12 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. Juni 2007 http://www.logir.fo/foldb/llofo/1997/0000125.htm Løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. Mai 2006. http://www.logir.fo/foldb/llofo/2000/0000067.htm Mannarættindasáttmálin hjá ST (1948) Nikæno-konstantinopolitanska trúarjáttanin. http://fo.wikipedia.org/wiki/Nik%C3%A6no-konstantinopolitanska_tr%C3%BAarj%C3%A1ttanin Nortvig Willesen, Anne-Mette (2007): Etiske grundbegreber. Í C. Sløk og A.-M. Nortvig Willesen (ritstj.) Kristendomskundskab, livsoplysning og medborgerskab. Samfundslitteratur. Frederiksberg Nørhøj, Henning (2007): Kristendommens fortællinger og udvikling. Í C. Sløk og A.-M. Nortvig Willesen (ritstj.) Kristendomskundskab, livsoplysning og medborgerskab. Samfundslitteratur. Frederiksberg (s. 93-132) Olsen, Flóvin S (2007): Átrúnaður er av tí ónda. Í H. í Skorini og P. H. Johannesesn (ritstj.) Krossvegir: Essay-savn um átrúnað og politikk. Sprotin, Vestmanna (s. 181-191) Qvortrup, Lars (2000): Det hyperkomplekse samfund. 14 fortællinger om informationssamfundet. Gyldendal (s. 287-303) Rasmussen, Rúni (2007): Illviljin móti átrúnaði er eitt álop á fólkaræðið. Í H. í Skorini og P. H. Johannesesn, (ritstj.) Krossvegir: Essay-savn um átrúnað og politikk. Sprotin, Vestmanna (s. 29-40) Thorndal, Morten H. & Gertrud L. Tefre (2005): Menneskerettigheder. Columbus (s. 46-69) Thorup, Mikkel (2004): At tænke globalt. Globalisering, sociologi og politik. Hans Reitzels Forlag (s. 47-65)