7110.09 - Samskifti


Skeiðsnummar
7110.09
Heiti
Samskifti
ECTS
6
Endamál
At lesandi ogna sær eitt ástøðiligt og praktiskt grundarlag til at kenna og fata týdningin av miðlum og samskifti í almennum høpi, men eisini læra at knýta og brúka samskifti í undirvísingar- og lærings-samanhangum, bæði formellum og óformellum. Serligur dentur verður lagdur á nýggjari miðla- og samskiftis-tøkni, sum børn og ung í stóran mun nýta í dag.
Innihald
Tey lesandi skulu ogna sær innlit í, vitan og fatan um almen samskiftisviðurskifti, við útgangsstøði í bæði eldri og nýggjari samskiftisástøðum. Men tey skulu eisini venja fimi og førleikar at brúka ymsar samskiftismálbúnar, við sjálvi at framleiða eitt samskiftisprodukt, har tey kunnu velja ímillum 5 ymiskar málbúnar: at gera ein film, eina útvarpssending, eina heimasíðu, eina skrivliga ella eina munnliga uppgávu (sí skjalið ”Uppgávur í samskifti”) . Vegleiðing og stuðul til bæði tann praktiska og ástøðiliga uppgávupartin kunnu tey lesandi fáa á ymiskum verkstøðum. Produktini, ella uppgávurnar, skulu beinleiðis vera ástøðiliga grundað á fyrilestrar/undirvísing og tilfar frá skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg frá lærarum og lesandi, bólkaarbeiði, kjak og framløgur frá lesandi/bólkum. Í sambandi við endaligu uppgávuna, sum skal latast inn til døming, verða verkstøð upprættað, har tey lesandi kunnu arbeiða, og fáa vegleiðing og hjálp.
Próvtøkuháttur
Úr yvirlitinum niðanfyri skulu øll lesandi velja eina av uppgávunum (talmerktar 1-5) at loysa. Uppgávurnar 1-4 verða loystar í bólki à 3-4 lesandi, meðan uppg. 5 verður loyst av lesandi einsæris. Uppgávurnar verða dømdar við skoðsmálinum: staðið ella ikki staðið. Treytirnar fyri at standa, eru nevndar í yvirlitinum fyri hvørt uppgávuslag sær (sí yvirlitið niðanfyri). Tó er tað eitt krav til allar uppgávur, at tær skulu byggja á ástøðiliga grundarlagið og tilfarið, sum nýtt er í hesum samskiftisskeiðnum. Verkstaðir verða stovnaðir, har lesandi fáa ástøðiliga og tøkniliga vegleiðing til uppgávuna. Uppgáva 1: Filmsframleiðsla Í mesta lagi kunnu 6-7 bólkar à 3-4 lesand fáa høvi ati velja at framleiða ein film, sum skal vera 4-5 minuttir til longdar. Forritið Windows Movie Maker (sum kann leggjast inn á teldur, sum ikki frammanundan hava tað) verður nýtt til filmsviðgerðina , og lesandi skulu helst nýta egnar teldur til filmsframleiðsluna. Skúlin hevur 4 digital video-upptøkutól, men gott hevði verið, um lesandi sjálv hava møguleika at hava egna útgerð við (films- ella fototól ella fartlf. sum kunnu taka digitalar videomyndir). Í hvørjum bólki sær, verður filmstemaið valt av lesandi. Tað er tó eitt krav, at temaið skal vera relevant fyri bæði pedagog- og lærarastudentarnar, og snúgva seg um eina samskiftisstøðu innan fak-/starvsøkið hjá pedagogum ella lærarum. Lesandi skulu skrivliga, á 2-4 normalsíðum, ástøðiliga grundgeva fyri teim valum tey hava gjørt í allari filmsframleiðsluni, t.d. um móttakara- og sendaraviðurskifti, innihald, val av kodu og medii, um kontekstin o.s.fr. Metingin av uppgávuni byggir á virksemið og luttøku teirra lesandi í filmsframleiðsluni, á films-úrslitið sjálvt og skrivliga avrikið, sum skrivað verður um ta samlaðu tilgongdina. Uppgáva 2: Útvarpssending Í mesta lagi kunnu 6-7 bólkar à 3-4 lesand fáa høvi ati velja at framleiða eina útvarpssending, sum skal vera 5-10 minuttir til longdar. Skúlin skaffar upptøku- og viðgerðar-útgerð til ljóð, men gott er, um lesandi taka egnar teldur við (ma. til tekstviðgerð), tá tey arbeiða á verkstaðnum. Í hvørjum bólki sær, verður temaið fyri sendingina valt av lesandi. Tað er tó eitt krav, at temaið skal vera relevant fyri bæði pedagog- og lærarastudentarnar, og snúgva seg um eina samskiftisstøðu innan fak-/starvsøkið hjá pedagogum ella lærarum. Lesandi skulu skrivliga, á 2-4 normalsíðum, ástøðiliga grundgeva fyri teim valum tey hava gjørt í allari útvarps-framleiðsluni, t.d. um móttakara- og sendaraviðurskifti, innihald, relevansin í valinum av kodu og medii, um kontekstin o.s.fr. Metingin av uppgávuni byggir á virksemið og luttøku teirra lesandi í framleiðsluni, á úrslitið/sjálva útvarpssendingina , og skrivliga avrikið, sum skrivað verður um ta samlaðu tilgongdina. Uppgáva 3: Heimasíða Í mesta lagi kunnu 6-7 bólkar à 3-4 lesand fáa høvi ati velja at gera eina heimasíðu. Skúlin kann bjóða nakrar fáar teldur, men lesandi verða biðin at taka egnar teldur við. Arbeitt verður við forritinum “Frontpage”, sum er standardforrit í nýggja “Office-pakkanum”, og tí longu er innlagt á flestu teldur tykkara (vit hjálpa við forriti, um tað ikki longu er á telduni). Í hvørjum bólki sær, verður temaið fyri heimasíðuna valt av lesandi. Tað er tó eitt krav, at temaið skal vera relevant fyri bæði pedagog- og lærarastudentarnar, og snúgva seg um eina samskiftisstøðu innan fak-/starvsøkið hjá pedagogum ella lærarum. Lesandi skulu skrivliga, á 2-4 normalsíðum, ástøðiliga grundgeva fyri teim valum tey hava gjørt í allari heimasíðu-framleiðsluni, t.d. um móttakara- og sendaraviðurskifti, innihald (tekst, myndir, leinki...), relevansin í valinum av kodu og medii, um kontekstin o.s.fr. Metingin av uppgávuni byggir á virksemið og luttøku teirra lesandi í framleiðsluni, á úrslitið/sjálva heimasíðun , og skrivliga avrikið, sum skrivað verður um ta samlaðu tilgongdina. Uppgáva 4: Skrivlig uppgáva Øll lesandi hava, í bólki à 3-4 lesandi, møguleika at velja at skriva eina spurdómsstýrda uppgávu á 6-10 normalsíður. Í hvørjum bólki sær verður sjálvt temaið í skrivligu uppgávuni valt av lesandi. Tað er tó eitt krav, at temaið skal vera relevant fyri bæði pedagog- og lærarastudentarnar, og snúgva seg um eina samskiftisstøðu innan fak-/starvsøkið hjá pedagogum ella lærarum. Uppgávan kann vera ástøðilig tvs. bert viðgera samskiftis-ástøðilig viðurskifti, men eisini ber til í stuttum at taka okkurt empiriskt tilfar um eina samskiftisstøðu við í uppgávuna, og viðgera hetta á einum samskiftisástøðiligum grundarlagi. Metingin av uppgávuni er grundað á hvussu væl uppgávan er grundað samskiftisástøðiliga, og/ella hvussu væl viðgerðin av evt. empiri er bygd á ástøði. Harafturat verður uppgávan dømd eftir hvussu orðalagið, rættskrivingin og argumentatiónin í uppgávuni er. Uppgáva 5: Munnlig uppgáva Í mesta lagi 25 lesandi hava møguleika at velja eina uppgávu, har hin lesandi einsæris fyrireikar eina munnliga framsøgn, sum skal vara í 4 – 6 min. Hin lesandi velur sjálvur temaið í munnligu framsøgnini, men tað er tó eitt krav, at temaið skal vera relevant fyri bæði pedagog- og lærarastudentarnar, og snúgva seg um eina samskiftisstøðu innan fak-/starvsøkið hjá pedagogum ella lærarum. Sum dømi um ein slíka munnliga framsøgn kundu verið nevnd ein røða (t.d. eitthvørt til ein foreldrafund) ella ein frágreiðing (t.d. um okkurt ástøðiligt samskiftisfyribrigdi ella um ein lut frá lista- ella fornminnissavni o.s.fr., sum). Av innihaldinum og framburðinum av munnligu framsøgnini skal týðuliga ganga fram, at munnliga framsøgnin er grundað á viðkomandi samskiftis- og retorisk ástøði. Metingin av framsøgnini er eisini grundað á hvussu væl framsøgnin verður framborin, hvussu relevant og væl skipað innihaldið er og hvussu orðalag og argumentatión er. Tit skulu skriva 2-4 síður um hví tit hava valt henda verkstaðin, og grundgeva fyri hvussu tit hava uppbygt munnligu famløguna tit hava gjørt. Innanhýsis meting. Staðið - ikki staðið. Verður uppgávan ikki staðin, skulu lesandi lata inn nýtt skrivligt avrik til metingar í seinast lagi fríggjadagin 20. februar. Hetta avrik skal svara til uppgávu 4, sum hon er lýst í ”Uppgáva í samskifti”.
Lestrarlisti
Iversen, Stefan og Nielsen, Henrik Skov: Introduktion. Tikið niður 03.12.08: http://www.unipress.dk/docs/managed/9788779341197/9788779341197_excerpt.pdf Jessen, Carsten & Nielsen, Camilla B. - Børnekultur, leg, læring og interaktive medier. (brot úr ”The changing face of children’s play culture”, Lego Learning Institute 2003. Tikið niður 21.12.2008: http://www.carsten-jessen.dk/LegOgInteraktiveMedier.pdf Lynch, Patrick & Horton, Sarah: Web Style Guide. Tikið niður 21.12.2008: http://www.webstyleguide.com/ Rattleff, Pernille (2007): Børn og unges brug af internettet i fritiden april 2007. Tikið niður 15.12.2008: http://andk.medieraadet.dk/upload/brugafinternettet_boern.pdf Stald, Gitte: Søger net – chat, netværk, unge. Tikið niður 21.12.2008: http://udd.uvm.dk/200110/udd200110-05.htm?menuid=4515 Thorlacius, Lisbeth: Model til analyse af visuel kommunikation på websites. Tikið niður 15.12.2008: https://intranet.cs.aau.dk/fileadmin/user_upload/Education/BAIT3_webmodel_thorlacius.pdf