7112.10 - Samskifti, stavseting, orðfeingi og ávegisskriving


Skeiðsnummar
7112.10
Heiti
Samskifti, stavseting, orðfeingi og ávegisskriving
ECTS
7,5
Endamál
Skeiðið er í fýra pørtum: 1. partur er um samskiftisførleikar og 2. til 4. partur um skrivligar førleikar, ávikavíst um stavseting, orðfeingi og ávegisskriving Endamálið við partinum um samskifti er at geva teimum lesandi innlit í • hvussu ein finnur dirvi at standa fram og hava eina framløgu • hvussu ein nýtir røddina, og hvussu ein kann menna røddina • hvørji amboð ein kann nýta, tá ið ein støðugt skal arbeiða við framburði, rødd og sjálvsmenning Endamálið við stavsetingarpartinum er att arbeiða við15 teimum vanligastu stavsetingarvillunum í føroyskum tekstum og lúka teir burtur, sum lið í førleikamenningini at skriva føroyskan tekst væl. Endamálið við partinum um orðfeingi er at kunna um støðuna hjá føroyskum farnu øldina, taka støðu til hvussu væl føroyskt er fyri nú á døgum, um innsavningararbeiði, hvussu nýggjyrði verða smíðað og hvørja støðu yrkisheiti hava í føroyskum skúlum og fjølmiðlum Endamálið við partinum um ávegisskriving er í fyrstu atløgu at tryggja, at øll tey lesandi fáa kunnleika til ávegisskriving sum háttalag, og hvussu gott amboð hesin skapandi skriviháttur er til at menna skriviførleikan. Í øðrum lag, at tey lesandi verða kunnað um námsfrøðiligu møguleikarnar, hetta háttalag hýsir. Í triðja lagi at leggja lunnar undir nýtt háttalag í sambandi við verkevnaskriving hjá teimum lesandi.
Innihald
Samskiftisførleikar: Vit fara at gera ymiskar venjingar, ið hava til endamáls: • at fáa tey lesandi at hugsavna seg um andadráttin og hvønn týdning andadrátturin hevur, tá ið ein skal bera fram • at gera tey lesandi tilvitað um kropsburð og hvønn týdning kropsburður og kropsmál hevur, tá ið ein samskiftir við børn, ung og vaksin • at gera tey lesandi varug við, hvør er munurin millum náttúrligan framburð og uppgjørdan framburð Stavseting: Innhaldið er bókin ”Snarskeið í stavseting”, ið viðger hesar 15 villurnar. Arbeitt varð við felags fyrilestrum og uppgávum í bólkum á 10-15 lesandi, hvør við sínum hjálparlærara. Orðfeingi: Fyrilestrar um føroyska málsøgu, munin ímillum skrivað og talað mál, hvussu orða glíða úr málinum og nýggj festa seg. Kunningar um ymisk yrkisøki, og hvørji føroysk orð verða smíðað og brúkt í sambandi við tey. Ávegisskriving: Skeiðið er grundað á bókarøðina Kom og skriva og gevur teimum lesandi førleika at brúka bókarøðina í undirvísingini í fólkaskúlanum. Skeiðið er skipað soleiðis: • Um ávegisskriving. Greitt verður frá høvuðstáttunum í ávegisskrivingini • Um snarskriving. Tey lesandi royna henda skriviháttin • Sansavenjingar. Arbeitt verður við týdninginum, sum sansarnir hava fyri skrivliga avrikið • Greitt verður frá, hvussu bókarøðin Kom og skriva er skipað. • Arbeitt verður ítøkiliga við skrivistigunum í ávegisskrivingini. Tey lesandi fáa høvi at arbeiða við allari skrivitilgongdini, t.e. fyrireiking, skriving og eftirmeting • Tey lesandi læra at meta egið avrik og avrikið hjá øðrum
Próvtøkuháttur
Tey, ið vara av skeiðinum skráseta um tey lesandi møta upp og meta um tey eru virkin í skeiðinum. Í einstøku partunum verður eisini hugt eftir hesusm: Samskiftisførleikar: Mett verður um tey lesandi taka virknan lut í teimum ymisku venjingunum, ið eru á skránni. Orðfeingi: Virkin luttøka í bólkaarbeiði í sambandi við hvønn fyrilestur. Stavseting: Kannað verður, hvussu støðan er, tá ið skeiðið byrjar, og hvussu støðan er, tá ið skeiðið endaði. Ávegisskriving: Mett verður um tey lesandi taka virknan lut í teimum ymisku sansa- og skrivivenjingunum, sum eru á skránni. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri avrikið.