7208.08 - Námsfrøði og almennur didaktikkur fyri lærarar


Skeiðsnummar
7208.08
Heiti
Námsfrøði og almennur didaktikkur fyri lærarar
ECTS
14,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum í námsfrøði er at fáa hin lesandi at nema sær holla vitan um námsfrøðiliga praksis og ástøði í breiðastu merking. Hin lesandi fær innlit í námsfrøðilig evni sum: uppaling og læring, heim og skúli, persónligur samleiki, menning, samskifti og miðlar, seinmodernitetur og fleirmentan. Evnini verða lýst í søguligum og nútíðar sjónarhornum. Høvuðsøkini í lærugreinini verða lýst og viðgjørd – námsfrøðilig heimspeki, námsfrøðilig sálarfrøði, námsfrøðilig mannfrøði, námsfrøðilig sosiologi, komparativ námsfrøði, umframt didaktikk. Roynt verður at fáa hin lesandi at fata hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í fakinum. Skeiðið skal styðja og leiðbeina hin einstaka lesandi, tá hesin í framtíðini skal (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Fyri at røkka hesum endamáli er tað ein treyt, at tann lesandi fær eina greiða fatan av: • Hvat námsfrøði er, og hvat almennur didaktikkur er • Hvørjir ymiskir ástøðingar hava sett sín dám á námsfrøðina • Hvussu útbúgvingarskipanir eru uppbygdar – við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum • Hvussu námsfrøðin verður lýst sum vísindagrein Tann lesandi skal fáa eina holla vitan um: • Hvussu hugtøkini uppaling, útbúgving og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag • Hvussu námsfrøðin hevur ment seg upp ígjøgnum tíðina – ástøðiliga, samfelagsliga og empiriskt • Hvussu fatanin av børnum er broytt gjøgnum árini, og hvussu broytingin hevur ávirkað virði, sjónir og endamál í námsfrøðiligum arbeiði Tann lesandi skal fáa kunnleika um: • Hvussu børn læra • Hvør skyldskapur er millum hugtøkini undirvísing og læru • Hvørjir tankar um læring, læringsumhvørvi, læringstilgongdir og læringshættir eru frammi í námsfrøðini • Hvør munurin er á grundleggjandi hugtøkum so sum læru, frálæru, meistaralæru, uttanatslæru, fjaldari læru, meiningsfullari læru osfr. • Hvussu læring kann greinast og eftirmetast • Hvussu mentanarlig, málslig og sosial bakgrund ávirkar læringina hjá børnum • Hvørjar námsfrøðiligar avbjóðingar, ið liggja í tí fleirmentaða samfelagnum • Hvussu stóra ávirkan nýggir miðlar hava á læringstilgongdir í dag • Hví mannfrøðilig námsfrøði er eitt vaksandi granskingarøki í seinmodernaðum samfeløgum
Innihald
Skeiðið er skipað í fyrilestrum, framløgum, bólkaarbeiði og praktiskum venjingum. Skeiðið er skipað í tveimum pørtum, har hvør lærari hevur sítt pensum og síni evni at gjøgnumganga. Málið er at fáa hin lesandi at arbeiða á ein hátt, ið fær hann at skilja, hvussu samansett námsfrøðiliga arbeiðið er. Haraftrat skal hin lesandi mennast persónliga, so at hann sjálvur kann nema sær víðari kunnleika innan námsfrøðiligu verðina. • Hvat er námsfrøði, og hvat er almennur didaktikkur. Hesin partur fer at vera grundleggjandi innan fyri bæði námsfrøðina sum heild og fyri didaktikkina. • Uppaling verður eitt evni, har hugt verður at ymiskum teoretikarum gjøgnum tíðina, sum hava havt nógv at siga fyri uppalingina. Tað hevur tá verið eitt stórt framstig yvirhøvur at hugsa um hendan part, og tískil hava teoretikararnir verið frammaliga í síni tíð. • Pierre Bourdieu og hansara hugsan um læring og skúla umframt samfelagið í síni heild. • Michel Foucault og hansara hugsan um vald, vitan og menning, umframt samfelagið í sini heild. • Starvsvenjingar-fyrireiking. Hesin partur verður á skránni, tá starvsvenjingin nærkast, har fokus verður á undirvísingina, og hvussu mann kann fyrireika seg til hetta. Her verður bólkaarbeiði á skránni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing í námsfrøði og almennari didaktikk er á skránni tveir dagar um vikuna. Mánadag 4 tímar og mikudag 4 tímar. Týsdagur, hósdagur og fríggjadagur eru lesidagar. Harumframt er tað soleiðis, at hvønn fríggjadag frá kl. 8-11 fara tey lesandi út í føroyska fólkaskúlan at eygleiða undirvísingar- og samveruhættir í dagsins skúla. Eygleiðingarstaðið verður valt í neyvum samstarvi við lærararnar í náms- og sálarfrøði. Tvey ella trý lesandi eru í bólki. Endamálið við eygleiðingini er at fáa eitt neyvari samband millum ástøðiliga og verkliga partin í læraraútbúgvingini. Í sambandi við eygleiðingina er mannagongdin henda: (1) Tey vísindaligu ástøði, fyribrigdi og hugtøk, sum eru á skránni í undirvísingini mánadag og mikudag, verða orðað av nýggjum, soleiðis at tey kunnu nýtast sum luppar, ið tey lesandi kunnu hava við sær, tá ið tey fara út í fólkaskúlan at eygleiða. Lærararnir í sálarfrøði og námsfrøði standa fyri hesum luppasmíði. (2) Hvønn mikudag fáa tey lesandi eitt A4-ark, har eygleiðingaruppgávan er orðað. Endamálið er, at tey lesandi skulu spyrja seg sjálv: - Hvussu sær gerandisdagurin í fólkaskúlanum út, um so er, at eg eygleiði hann við støði í hesum ástøðinum? - Hvat leggi eg til merkis, um eg havi henda ástøðiliga luppin fyri eyga, og hvat leggi eg ikki til merkis? (3) Tá ið tey lesandi hava eygleitt, seta tey seg við telduna og skriva sína eygleiðing inn á eina elektroniska loggbók. (Poul Guttesen og Búgvi Kristiansen hava ábyrgd av, at elektroniska loggbókin ber seg rætt at). (4) Hvør eygleiðingarbólkur fær ein vegleiðara knýttan at sær. Vegleiðarin er lærari á Føroya Læraraskúla. Vegleiðarin hevur atgongd til einstøku loggbókina, og hansara uppgáva er at samskifta við tann einstaka bólkin um eygleiðingarsetningin og alt tað, sum tey lesandi hava sæð, hoyrt, upplivað, undrast yvir osfr. úti í fólkaskúlanum. - Hví ger mann soleiðis og ikki soleiðis? Er tað vanligt, at ein ger so og ikki so? Hevði tað verið eitt hugskot at... (5) Loggbókin er bæði (1) eitt hent arbeiðsamboð, (2) ein framgangsháttur, ið kann stuðla tí lesandi í at hugsa og grunda yvir fjølbroyttu lærarauppgávuna og (3) eitt skjalprógv, ið vísir teimum, ið vara av skeiðnum, hvat tey lesandi hava fingið burturúr lesnaðinum.
Próvtøkuháttur
• Elektroniska loggbókin og afturvendandi samtalurnar við starvsvegleiðaran á Føroya Læraraskúla skulu góðkennast av vegleiðaranum, áðrenn tann lesandi verður innskrivaður til próvtøku. • Eftir starvslæruna, sum er tíðarmerkt til 27/04/09 – 15/05/09, skulu tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu. • Uppgávan verður ikki skrivað í sálarfrøði, men í felagsgreinini sálafrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. • Uppgávan verður skrivað í bólki. • Tvey ella trý lesandi eru í hvørjum bólki. • Uppgávan skal onkursvegna taka støði í starvslæruni og mælt verður til, at tey lesandi, ið eru saman í starvslæru, eru saman um próvtøkuuppgávuna. • Tey lesandi skulu hava valt sær uppgávuevni í seinasta lagi fríggjadagin 20/3 kl. 14.00 (T.e. fríggjadagin í viku 12) • Uppgávan verður latin inn í seinasta lagi mánadagin 8/6-2009 kl. 14.00. (T.e. mánadagin í viku 24) Uppgávan skal handast í fimm eintøkum. Innlatingarstað er skrivstovan á Føroya Læraraskúla. • Uppgávan skal verjast munnliga í viku 25. • Uppgávan skal ikki verjast einsæris. Bólkurin verjir uppgávuna. • Próvtalið er einstaklingabundið. (Hetta merkir, at í ávísum føri kann próvdómarin loyva sær at geva lesandi, ið hava skrivað og vart somu uppgávu, ymisk próvtøl). • Um tvey skriva uppgávuna saman, skal uppgávan í mesta lagi verða 15 síður til longdar. (Hvør blaðsíða er 2400 tekn). • Um trý eru um uppgávuna skal uppgávan í mesta lagi verða 20 síður til longdar. Vit nýta bæði innanhýsis og uttanhýsis próvdómarar. Próvtøkan verður mett við próvtali eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt eftir, (1) hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og frálærufrøðilig ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini, (2) hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman. Harumframt verður hugt eftir, (3) hvussu tað hepnast teimum lesndi at skriva og skipa uppgávuna, (4) um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting. Og (5) um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina. Um so er, at ein lesandi fær 0, 3 ella 5 fyri sítt avrik, er avrikið ikki staðið. Tann lesandi skal í hesum føri skriva og verja uppgávuna umaftur. Nýtt evsta mark verður avtalað við lærararnar í náms- og sálarfrøði.
Lestrarlisti
Boström, Lena: Fra undervisning til praksis – læringsstile i praksis (2003) Bourdieu, Pierre & Passeron, Jean-Claude: Reproduktionen – Bidrag til en teori om undervisningssystemet (2006) Buchardt, Mette: Didaktik úr bókini Religionsdidaktik (2006) Dahler-Larsen, Peter: Selvevalueringens hvide sejl (2003) Held, Finn & Olsen, Flemming: Introduktion til pædagogik – Opdragelse, dannelse og socialisering (2002) Laursen, Per Fibæk: Den autentiske lærer – kopi Laursen, Per Fibæk: Didaktik og kognition – en grundbog (2003) Locke, John: Om ideer úr bókini John Locke (1965) Locke, John: Tanker om opdragelse úr bókini lærestykker til opdragelsens historie (1970) Nabe-Nielsen, Bent: Hvad er undervisning? Neill, Alexander S.: Summerhillskolen úr bókini Summerhillskolen (1972) Rousseau, Jean-Jacques: Første bog úr bókini Emile eller om opdragelsen (1962) Schmidt, Svend Erik & Aabrandt, Susanne: De mange intelligenser – i praksis (2001) Schnack, Karsten: Curriculum, Dannelse, Didaktik úr bókini Pædagogisk Opslagsværk (2001) Schnack, Karsten: Dannelsens indhold som didaktikken emne úr bókini Didaktik på kryds og tværs (2004) Winther-Jensen, Thyge: Undervisning og menneskesyn (1999) Andersen, Peter Østergaard & Jan Kampmann. 2006. “Klasserums- og institutionsforskning” in Andersen, Peter Østergaard & Hans Henrik Knoop (ritstj.) Børns liv og læreprocesser – i det moderne samfund. Billesø & Baltzer Buhl, Mie. 2008. “Pædagogisk antropologi – forandrende forbløffelser” in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Callewaert, Staf. Uddannelsesfilosofi. Frankfurtskolens kritiske teori og Pierre Bourdieus sociologi. in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Fuglsang, Esben & William Vonsild. 2000. “Informationsteknologi og pædagogik. Indkredsning af et nyt felt” in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Hansen, Finn Thorbjørn. 1998. “Interkulturel pædagogik – fra kulturelle rødder til eksistentielle rødder” in Bisgaard, Niels Jørgen (ritstj.) Pædagogiske Teorier. Billesø & Baltzer Harste, Gorm. 2005. “Tidsdiagnoser: Postindustrialisme, kulturkritik og netværkssamfund” in Andersen, Heine & Lars Bo Kaspersen (ritstj.) Klassisk og moderne samfundsteori. Hans Reitzels Forlag Henriksen, Lars Skov. 2002. “Sociale problemer og sociale afvigelser – sociologisk set” in Niklasson, Grit (ritstj.) Socialfag for pædagoger. Frydenlund Hermann, Stefan. 2000. “Om Michel Foucault” in Olesen, Søren G. & Peter Møller Pedersen (ritstj.) Pædagogik i et sociologisk perspektiv. Forlaget PUC (Viborg-Seminariet) Holmen, Anne & Christian Horst. 2008. “På vej mod en interkulturel pædagogik i Danmark” in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Højlund, Susanne. 2004. “Spørgsmål til et nyt forskningsfelt” in Madsen, Ulla A. (ritstj.) Pædagogisk antropologi – reflektioner over feltbaseret viden. Hans Reitzels Forlag Knoop, Hans Henrik. 2006. “Børn og maskiner” in Andersen, Peter Østergaard & Hans Henrik Knoop (ritstj.) Børns liv og læreprocesser – i det moderne samfund. Billesø & Baltzer Kryger, Niels. 2008. “Børn og unge som `pædagogisk projekt´ - i et pædagogisk-antropologik perspektiv” in Krejsler, John, Niels Kryger & Jon Milner (ritstj.) Pædagogisk antropologi – et fag i tilblivelse. Danmarks Pædagogiske Universitets Forlag Lindgren, Sven-Åke. 2005. “Michel Foucault” in Andersen, Heine & Lars Bo Kaspersen (ritstj.) Klassisk og moderne samfundsteori. Hans Reitzels Forlag Nielsen, Harriet Bjerrum. 2000. “Sophie og Émile i klasseværelset. Køn og marginalitet i skolen” in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Nielsen, Henrik Kaare. 2000. “Pædagogikken og det moderne demokrati” in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Olesen, Søren Gytz. 2000. Om Pierre Bourdieu. in Olesen, Søren G. & Peter Møller Pedersen (ritstj.) Pædagogik i et sociologisk perspektiv. Forlaget PUC (Viborg-Seminariet) Thomsen, Rógvi. 2006. “Skúli og tykisheimur á felags slóð – um fólkaskúlan og fjarskiftismøguleikarnar” in Durhuus, Kári (ritstj.) Halló – Brot úr einum fjarskiftandi heimi. Føroya Tele Wedel-Brandt, Jeppe. 2008. “Mod muren. Om unge banlieusarder og de franske forstadsoptøjer 2005” in Social Kritik nr. 114 – Tidsskrift for social analyse & debat Ziehe, Thomas. 2000. “Adieu til halvfjerdserne!” in Bjerg, Jens (ritstj.) Pædagogik – en grundbog til et fag. Hans Reitzels Forlag Ískoyti: Arnold, Ellen: De mange intelligenser – en redskabsbog (2001) Boström, Lena: Fra undervisning til praksis – læringsstile i praksis (2003) Bøndergaard, Jette: Gardner, Howard: Den intelligente skole (1999) Muschinsky, Lars Jakob: Pædagogik som fag – hvad skal man med det? Schnack, Karsten: Sammenlignende fagdidaktik úr bókini Fagdidaktik og almen didaktik (1999) Winther-Jensen, Thyge: Undervisning og menneskesyn (1999)