7211.09 - Sálarfrøði fyri lærarar


Skeiðsnummar
7211.09
Heiti
Sálarfrøði fyri lærarar
ECTS
15
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fáa innlit í nakrar útvaldar tættir í sálarfrøðiligari vísindi, ið hava serligan týdning fyri lærarayrkið. Holl vitan um hvussu børn búnast, læra, hugsa, samskifta osfr. skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu: • gerast greið yvir, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði • fáa holla vitan um hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi (eisini skúlaumhvørvi) ávirka hesa menning • fáa innlit í nøkur grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra, og hvør skyldskapurin er millum hugtøkini undirvísing og læra • gerast tilvitað um tann logikk sum okkara skúlaskipan byggir á. Og hvussu skúlaumhvørvið og tær siðvenjur, ið eykenna skúlan sum læringsrúm, eru við til at ávirka hugburðin, sjálvsfatanina og trivnaðin hjá tí einstaka næminginum • at tey lesandi gerast kunnug við tær sernámsfrøðiligu avbjóðingar, ið eru partur av arbeiðnum sum fólkaskúlalærari
Innihald
Skeiðið er skipað í fimm partar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. 1. partur. Vit fara at hyggja eftir sálarfrøðini sum fakøki og vísindi. Sálarfrøðiligar stevnur verða tengdar at vísindaligum stevnum, soleiðis at tann lesandi gerst varugur við sambandið millum vísindaástøði og sálarfrøði sum vísindi. Harumframt verður hugt eftir ymiskum háttaløgum, ið verða nýtt í sálarfrøðini. 2. partur: Vit fara at seta okkum inn í menningar- og persónsmenskusálarfrøðina. Nøkur ástøði verða vald úr múgvuni. Ástøðini hjá m.a. John Bowlby, Daniel Stern og Heinz Kohut verða viðgjørd. 3. partur: Tey lesandi fara at arbeiða við lærings- og kognitiónssálarfrøðini. Ymisk læringsástøði verða greidd og greinað. Sum dømi kunnu nevnast sálarfrøðiliga konstruktivisman hjá Jean Piaget, operativa konstruktivisman hjá Niklas Luhmann, virksemisástøðið hjá Vygotsky (eisini nevnt sosialkonstruktivisma); meistaralæran hjá Jean Lave og Etiénne Wenger, motivatiónsástøðið hjá Abraham Maslow og ástøðið um tær fýra lívsverðirnar, sum van Deurzen Smith hevur smíðað. Tey lesandi fara somuleiðis at fáast við intelligensástøðið hjá Howard Gardner og ástøðið um læringsstílar, ið Dunn og Dunn hava ment. 4. partur: Sosialsálarfrøðin er ein sjálvstøðugur partur av hesum skeiði. Tey lesandi fara at seta seg inn í økologiska ástøðið hjá Uri Bronfenbrenner. Harumframt fara tey lesandi við støði í poststrukturalismu og sosialkonstruktionistiskum ástøðum at arbeiða við diskursanalysu. 5. partur. Hesin partur snýr seg um ta klinisku sálarfrøðina. Tey lesandi verða m.a. kunnað um F70-F79: Mental retardering, F84: Autisma/Asperger Syndrom og F90-F91: ADHD.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt. (1) Eftir lokið skeið skal hvør einstakur lesandi skriva eina frágreiðing, ið sigur frá, hvat skeiðið í sálarfrøði hevur snúð seg um. (2) Tá ið frágreiðingin er skrivað, fara tey lesandi í starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Eftirmetingin er tvíbýtt. (1) Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri frágreiðingina. Vit nýta innanhýsis próvdómara. (2) Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan, ið verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk, skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og didaktisk ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina