7213.09 - Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar


Skeiðsnummar
7213.09
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar
ECTS
15
Endamál
Undirvísingin í námsfrøði og almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í sálarfrøði. Tey lesandi nema sær holla praktiska og ástøðiliga vitan um ávikavist námsfrøði og almenn didaktisk viðurskifti, sum hava týdning fyri lærarastarvið. Roynt verður at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini. Hin lesandi fær innlit í námsfrøðilig evni so sum uppaling og læring, dannilsi, útbúgving og sosialisering í samfelagsligum høpi og almenn didaktisk evni so sum at (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa holla vitan um: • Hvat námsfrøði er, og hvat almenn didaktikk er . • Hvussu námsfrøði og almenn didaktikk verða lýst sum vísindagreinar. • Hvussu úrvaldir ástøðingar hava sett sín dám á námsfrøðina. • Hvussu útbúgvingarskipanir eru uppbygdar – við serligum atliti at føroyskum viðurskiftum. • Hvussu hugtøkini uppaling, útbúgving og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag. • Hvussu námsfrøðin hevur ment seg upp ígjøgnum tíðina – ástøðiliga, samfelagsliga og empiriskt. • Hvussu fatanin av børnum er broytt gjøgnum árini, og hvussu broytingin hevur ávirkað virði, sjónir og endamál í námsfrøðiligum arbeiði. • Hvussu børn læra. • Hvør skyldskapur er millum hugtøkini undirvísing og læring. • Hvørjar hugsanir um læring, læringsumhvørvi, læringstilgongdir og læringshættir eru frammi í tíðini. • Hvør munurin er á grundleggjandi hugtøkum so sum læru, frálæru, meistaralæru, uttanatslæru, fjaldari læru, meiningsfullari læru osfr.. • Hvussu læring kann fyriskipast, fremjast, greinast, eftirmetast og skjalfestast. • Hvussu mentanarligt, málsligt og sosialt bakstøði ávirkar læringina hjá børnum. • Hvørjar námsfrøðiligar avbjóðingar liggja í tí fleirmentaða samfelagnum. • Hvussu stóra ávirkan nýggir miðlar hava á læringstilgongdir í dag. • Hví mannfrøðilig námsfrøði er eitt vaksandi granskingarøki í seinmodernaðum samfeløgum.
Innihald
Skeiðið er skipað í 6 høvuðspartar við fyrilestrum, framløgum, bólkaarbeiði og praktiskum venjingum: 1. partur. Í fyrsta partinum verður hugt eftir, hvat námsfrøði og almenn didaktikk er, og hvussu hesi verða lýst sum fakøki og vísindi. Hesin partur fer at vera grundleggjandi innan fyri bæði námsfrøðina og didaktikkina, og dentur verður lagdur á, at tann lesandi gerst varugur við sambandið millum vísindaástøði og námsfrøði/almenna didaktikk sum vísindi. 2. partur snýr seg um uppaling. Hugt verður eftir ymiskum teoretikarum, sum hava havt nógv at siga fyri uppalingina. Hugt verður eisini eftir, hvussu uppfatanin av børnum og barndómi er broytt upp ígjøgnum tíðirnar, og hvussu hetta hevur ávirkað uppalingina. Pierre Bourdieu og hansara hugsan um læring , skúlagongd og samfelagið í síni heild verður tikið fram, umframt hugsanirnar hjá Michel Foucault um vald, vitan og menning. 3. partur. Í hesum partinum er evnið Skúlin og postmodernaða samfelagið. Tær ymisku sosialiseringstilgongdirnar í nútíðarsamfelagnum verða viðgjørdar við serligum atliti at, hvørja ávirkan hesar hava á læring, undirvísing og skúlagongd í dag. 4. partur snýr seg um dannilsi sum hugtak og hvønn týdning, hetta hugtak hevur havt sum stevnumið og endamál fyri uppaling og skúlagongd ávís tíðarskeið upp ígjøgnum tíðirnar. Harumframt verður hugt eftir, í hvønn mun dannilsishugtakið sæst aftur í endamálsorðingum og virksemi í lærugreinahøpi skúlans. 5. partur. Í hesum parti verður arbeitt við bæði almenn- og fakdidaktiskum spurningum. Hugt verður millum annað eftir, hvussu undirvísing og læring kunnu skipast eftir viðurkendum didaktiskum meginreglum, hvør uppgáva skúlans er, og hvussu hon kann lýsast við atliti at útbúgving, arbeiðslívi og persónligari menning. Harumframt verður arbeitt við hugtøkunum námsætlan, undirvísing, ymiskir undirvísingarhættir og næmingalagað undirvísing. 6. partur snýr seg um skúlan sum organisatión. Hugt verður at bæði yvirskipaða og staðbundna skúlabygnaðinum. Spurningar, sum verða viðgjørdir í hesum sambandi, eru millum annað leikluturin hjá landsumsitingini, kommunalu skúlamyndugleikunum, skúlaleiðaranum, læraranum og foreldrunum.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin er tvíbýtt. (1) Eftir lokið skeið skal hvør einstakur lesandi skriva eina frágreiðing, ið sigur frá, hvat skeiðið í námsfrøði og almennari didaktikk hevur snúð seg um. (2) Tá ið frágreiðingin er skrivað, fara tey lesandi í starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda próvtøkuuppgávu í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk. Uppgávan skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Próvtøkuuppgávan verður skrivað í bólki, og hon skal verjast munnliga. Eftirmetingin er tvíbýtt. (1) Tey lesandi fáa staðið/ikki staðið fyri frágreiðingina. Vit nýta innanhýsis próvdómara. (2) Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan, ið verður skrivað í felagsgreinini sálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk, skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar.