7219.09 - Samskifti og miðlar


Skeiðsnummar
7219.09
Heiti
Samskifti og miðlar
ECTS
9
Endamál
Skeiðið viðger tað, sum sermerkir fjølmiðlar. Undirvísingin hevur til endamáls: • at geva tí lesandi vitan um samskifti og miðlar (ástøði, greining og søgu) • at venja tann lesandi at greina, tulka og vandaliga viðgera tekstir og samrøður í samskiftissamanhangi. Miðlarnir verða lýstir og greindir í sambandi við framkomu, menning og týdning teirra í ídnaðar- og upplýsingasamfelagnum.
Innihald
Undirvísingin verður skipað í fimm høvuðspartar. 1. partur: Innleiðsla í samskifti og miðlar 2. partur: Samskifti og miðlar í søguligum ljósi bæði í almennum og føroyskum høpi Undirevni: Fimm samskiftismentanir Føroysk miðlasøga 3. partur: Mál og frásøgn Undirevni: Samrøðan Próvførslugreining og orðaval Fakta sum frásøgn 4. partur: Miðlar og samfelag Undirevni: Støða og týdningur miðlanna í samfelagnum Leiklutur tíðindanna í politiska fólkaræðinum 5. partur: Miðlar og skúli Leiklutur miðlanna í undirvísingini í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við bólkauppgávu seinastu vikuna. Næmingarnir skulu í bólkum á 3 – 4 út í fólkaskúla at gera eina lítla spurnarkanning um miðlavanar hjá børnum í t.d. einum 4. flokki og brúka hana sum grundarlag undir einari undirvísingargongd, ið tekur støði í miðlum og einum hugtaki afturat t.d. fólkaræði, samrøðu, próvførslu, frásøgn. Undirvísingargongdin verður løgd fram fyri flokkin, og flokkurin eftirmetir hana. Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir 13-stiganum. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt at: • Um tann lesandi dugir at brúka ástøði um fjølmiðlatekstir í greiningararbeiði. • Um tann lesandi er tilvitandi um ta kraft, fjølmiðlar hava at ávirka og skapa hugburð. • Um tann lesandi vandaliga dugir at sálda tilfarið, so tað hóskar ávísum skúlastigi. • Um tann lesandi hevur hegni at gera ávísum málbólki undirvísingartilfar • Um uppgávan er væl skipað • Um tann lesandi málber seg væl, at orðalagið er raðið og rætt er stavað. • Um tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina