7228.11 - Próvverkevnið: Hugvísindabreytin


Skeiðsnummar
7228.11
Heiti
Próvverkevnið: Hugvísindabreytin
ECTS
10,5
Endamál
Eftir at øll skeið eru lokin, skriva tey lesandi eitt próvtøkuverkevni, sum verður skrivað í sjálvvaldum evni, sum er innan fyri tey 6 skeiðini, boðin vórðu út í lestrarárinum. Verkevnið líkist í bygnaði teim verkevnum, tey lesandi annars skriva í sambandi við hvørt skeið og hevur ein ástøðiligan part og ein didaktiskan part við undirvísingartilfari. Fyrri partur skal sýna, at tann lesandi dugir at greina, tulka og seta tekst, mynd og film í rætt samanhang. Fyrri partur er tí bundin av orðing, ið lærarin evnar. Seinni partur er undirvísingartilfar, tann lesandi sjálvur setur saman til ein 10 flokk um sama evnið, sum fyrri partur er um. Í seinna partinum skal tann lesandi vísa sítt námsfrøðiliga hegni at seta tilfar saman á røttum torleikastigi við teimum røttu spurningunum á ein kveikjandi hátt.
Innihald
Tey lesandi velja sjálv eitt evni eftir egnum áhuga innan fyri tey evni, arbeitt hevur verið við á hugvísindabreytini. Tey lesandi samráðast um evnið við læraran, ið varðar av økinum, tey arbeiða innanfyri. Lærarin orðar síðan krøvini til ástøðiliga partin av verkevninum, og ta orðingina fáa tey lesandi. Arbeitt verður einsæris ella í bólki. Í mesta lagi 3 fólk í hvørjum bólki. Ástøðiligi parturin skal fylla soleiðis: Einstaklingur 15 síður + undirvísingartilfar 2 saman 20 síður + undirvísingartilfar 3 saman 25 síður + undirvísingartilfar (Hvør blaðsíða er 2400 tekn við millumrúmum). Tilfarið skal vera fjølbroytt og fjøltáttað og svara til eitt undirvísingarskeið, ið tekur 6 vikur í 10. flokki. Tað er í hesum partinum, at hegnið sum lærarar kemur til sjóndar, hvussu hugsað verður um undirvísing, hvussu tey lesandi megna at hugsa nýtt og gera burtur úr gomlum. Teksta – og myndaúrvalið skal vera nóg rúgvismikið til at próvdómarar kunnu meta, um tann lesandi: • hevur hegni at velja tilfar og seta tilfar saman • hevur lisið nóg mikið til at velja tað rætta tilfarið • dugir at taka upp og viðgera evninum viðkomandi spurningar • megnar at spyrja, bæði so at sjøtul verður settur á evnið, og eisini soleiðis at tað slepst inn í djúparu fláirnar í tilfarinum.
Próvtøkuháttur
Skrivliga verkevnið verður vart munnliga. Munnliga framløgan er 15 minuttir til hvønn. Hvør einstakur verður spurdur í 10 minuttir. Um leið 5 minuttir verða brúktir til próvdøming. Roknað verður við, at framløgan leggur aftrat verkevnunum og er ikki endurtøka av skrivliga avrikinum. Tey lesandi fáa próvtal fyri avrikið. Próvtalið er einstaklingsbundið. (Tað merkir, at í ávísum førum kann próvdómarin loyva sær at geva lesandi, ið hava skrivað og vart somu uppgávu, ymisk próvtøl). Umframt próvtal fáa tey lesandi munnliga afturmelding um próvtøkuavrikið. Tá ið próvtal verður givið verður hugt eftir: • hvussu væl uppgávan er úr hondum greidd innihaldsliga, málsliga og fagurfrøðiliga • hvussu væl tann einstaki lesandi dugir at leggja fram • hvussu væl tann einstaki lesandi stendur seg í kjaki/samtalu við próvtøkuborðið.