7230.10 - Samskifti, miðlar og filmur


Skeiðsnummar
7230.10
Heiti
Samskifti, miðlar og filmur
ECTS
13,5
Endamál
Skeiðið viðger tað, sum sermerkir ymisku miðlarnar – bæði siðbundnu fjølmiðlarar og nýggjaru talgildu miðlarnar sum internetið við Facebook, YouTube, Wikipedia og filmar. Undirvísingin hevur til endamáls at geva tí lesandi vitan um samskifti, miðlar og film - ástøði og greining, og at duga at tulka og vandaliga viðgera innihaldið í miðlum og filmum eins og miðlarnar sjálvar. Skeiðið hevur eisini til endamáls at búgva tann lesandi til at kunna undirvísa børnum í eldru flokkum fólkaskúlans í miðlum og filmum og teirra stóru ávirkan á okkum sum persónar, okkara gerandisdag og samfelagið sum heild. Á skeiðnum verður eisini komið inn á grundleggjandi samskiftisamboð og tulking av myndum og lýsingum. Miðlarnir verða settir inn í stuttan søguligan samanhang, men høvuðsdentur verður lagdur á miðlarnar sum teir eru og virka í okkara samtíð. Eisini verður hugt at, hvønn leiklut miðlarnir spæla í barna- og ungdómsmentan, og á hvønn hátt børn og ung skilja og nýta miðlar og film, og hvussu tey viðgera ta kunning, ið miðlar og filmar veita.
Innihald
Undirvísingin verður skipað í fleiri partar. Evnini verða býtt millum undirvísararnar. Undirvíst verður 15 tímar um vikuna. Restina av tíðini – á leið 25 tímar um vikuna - skal tann lesandi nýta til lesnað, uppgávur og bólkaarbeiði. Miðað verður eftir, at undirvísingin er mána-, miku- og fríggjadag frá 8-12. Tó kunnu broytingar koma fyri. Partarnir, sum verða viðgjørdir eru: Innleiðsla: - Grundleggjandi samskifti – sosialsálarfrøðilig modell fyri samskifti. - Tú og miðlarnir – hvussu brúkar tú miðlarnar í tínum gerandisdegi? Samskifti og retorikkur - Einaferð varð tað ... . Um hetjur og lúsakjálkar í miðlasøgum (aktantmodell). - Retorikarin kann sannføra og forføra. Um logos, pathos og ethos. Fjølmiðlarnir: - Hvørji eru høvuðseyðkenni við ymisku miðlunum og teirra arbeiðshættir - Føroysk fjølmiðlasøga - Greinasløg (gengrur) Fjølmiðlarnir sum boðberar - Hvat kemur á breddan og hví - Átaksjournalistikkur. Tá endamálið er at røkka ávísum máli - Grundarlagið undir greinini. Research og kelduvandni. Fjølmiðlarnir sum fjórða statsvaldið: - Fittir formidlarar ella hvasstentir varðhundar? - Varðhundurin og hondin, sum fóðrar. Um sambandið millum journalistar og valdshavarar. - Undirhaldsmiðlanin - gróðrarbotnur fyri Machiavellismu? Miðlar úr einum sosiologiskum sjónarhorni: - Moderniteturin og eg’ið. Hvønn leiklut spæla miðlar í sjálvsfatanini? - Eg linki, tí eri eg. Homo Conexus vs. Homo Sapiens - Fáa vit meira demokrati við nýggju miðlunum? Miðlamentan millum børn og ung: - Hvat er ein miðil? Tak heldur ein fingur enn mína fartelefon. - Miðlanýtsla og sjálvsfatan. - Nýtsla og misnýtsla. Galda sosialu reglurnar eisini í miðlunum? - ‘OMG, t r klix’. Málnýtsla í nýggju miðlunum. Nýggju miðlarnir: - Heimasíðugreining. Hvar liggur boðskapurin? - Sosialir miðlar. Facebook, Arto, Myspace eru bert toppurin av ísfjallinum - Wikipedia. Meirlutin ræður. - Blogs. Hava øll loyvi til at hava eina meining alment? - Tvørmiðla samskifti. Hvussu kunnu miðlanir spæla saman? Lýsingar: - Myndagreining. - Lýsingagreining. Hvat er tað, sum lokkar okkum at keypa? - Lýsingar og miðlar. Hvat riggar hvar og hví? Filmur: - Filmfagurfrøði - Mállæra myndamálsins - Stakmyndin - Myndskurður - Sjónarhorn - Hjátýdningur - Litir og ljós - Klipping - Filmstíð og rúm - Klipping - Ljóð - leiklistafrøði - Greining
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva 3 saman eitt verkevni vikuna fyri jól, annaðhvørt um samskifti og miðlar ella film í undirvísingini. Verkevnið verður grundarlag undir starvsvenjingini, tey lesandi skulu hava í januar. Verkevnið er neyvari lýst í heftinum “Vegleiðing til verkevni í samskifti, miðlum og filmi í l2” Tann lesandi skal vísa: - at hann hevur ognað sær innlit og førleika at skilja miðlarnar og ta ávirkan teir hava á okkum og samfelagið. - at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka innihaldið í miðlunum – tað veri seg tíðindi, greinir, sjónvarpssendingar, lýsingar og filmi. Harumframt verður hugt at: • Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa kunnleikan um miðlar og samskifti inn í ta undirvísing hann/hon skal hava fyri næmingum í fólkaskúlanum. • At tann lesandi orðar seg vandaliga og hevur gott orðalag. • Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna.