7231.11 - Evropisk mentasøga I. Norrøn tíð - upplýsing


Skeiðsnummar
7231.11
Heiti
Evropisk mentasøga I. Norrøn tíð - upplýsing
ECTS
9
Endamál
At nema sær kunnleika og vitan um bókmentir, málningalist, byggilist, tónleik, søgu, kirkjusøgu, heimspeki og vísindi í tíðarskeiðinum uml. 1000-1800.
Innihald
Gjøgnum arbeiði við tekstum, myndum og tónleiki skal tann lesandi fáa innlit í tann týdning, bókmentir og list hava havt sum berarar og boðarar av alment menniskjaligum royndum í tíðarskeiðnum frá á leið 1000 til 1800. Talan er um skeiðið undan kristnanini og til Upplýsingartíðarskeiði, umvegis barokkin, tá ið kristna kirkjan fór í tvíningar í eina katólska og eina protestantiska grein. Frá um leið 1000 til 1800 broytast samfeløgini. Bókmentir og list broytast eisini, tí at tilveran hjá menniskjum, sum var skipað eftir eini absoluttari, guddómligari skipan fram til endurburðarskeiðini og barokkina, verða so líðandi skipað eftir einstaklingatreytaðum lívsformum, sum eru grundaðir á virðisskipanir, sum menniskju hava skapt. Í Upplýsingarøldini er merkt av eini uppgerð við tær eldru virðisskipanar, vanahugsan og átrúnað, og skynsemishugsan er miðdepils í hesi uppgerð. Í norðurlendskari forntíð og eldri miðøld síggja vit samfeløg, har einstaklingurin samfelagsliga, mentanarliga og andliga er lýstur við sínum sambandi við ættina og átrúnaðin. Hesar bindingar loysna nakað í síðmiðøld og av álvara í endurburðartíðini, sum hevði herrópið – ”Menniskjan er skapað til at skapa seg sjálvt.” Við tí er ikki sagt, at bondini til ættina og átrúnaðin vórðu kvett í barokk-skeiðnum, men at einræðisveldið hjá myndugleikunum gevur so við og við eftir fyri einstakligum. Upplýsingarøldin frá umleið 1690 til1790 var eitt tíðarskeið í evropeiskari mentanarsøgu merkt av hugsanini um, at upplýsing og skynsemishugsan vóru neyðug amboð í einari uppgerð við gamlar siðir, átrúnaðarligt snævurskygni og vanahugsan. Upplýsing, skilt bæði sum leitan eftir nýggjari vitan og útbreiðsla av vitan, var sæð sum avgerandi treytin fyri, at menniskja kundi gerast frælst og liva eitt virðiligt lív. Mannarættindahugsanin var tí partur av rákinum í upplýsingarøldini. Tíðarskeiðið verður vanliga sett at byrja í 1690, tá enski heimspekingurin John Locke gav út verkið ”An Essay Concerning Human Understanding”. Fakliga málið er, at tey lesandi skulu fáa kunnleika um samspælið millum bókmentir, søgu, samfelag, mentan og átrúnað. Tí setur tekstavalið bókmentasøgu, listasøgu, átrúnaðarsøgu og tanka- og tilvitskusøgu í brennidepilin. Á tann hátt verða tey lesandi tilvitandi um bæði tað, ið eyðkennir tíðarskeiðið og tey eyðkenni, ið knýta tilfarið saman við undanfarin og komandi rák. Tað hevur eisini altstóran týdning, at tey lesandi síggja, at bókmentir og list ikki kunnu verða mett óheft av søguligu, politisku og búskaparligu viðurskiftunum. Tí verður farið bæði undir tíðarskeiðslestur og epokulestur. Tíðarskeiðið vísir felagseyðkenni við bókmentum og list, epokan vísir, hvussu bókmentir og list flyta seg og skapa tað nýggja. Fremst í arbeiðnum er greining, tulking, perspektivering, bæði í teimum trimum skeiðunum og gjøgnum tíðirnar upp til okkara dagar. Ymisk tekstasløg, ið umboða einstøku skeiðini verða lisin: Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, ymsar framløgum, sum einstaklingar standa fyri, bólkaarbeiði og stór og smá skrivlig verkevni. Arbeiðið miðar ímóti, at hvørt skeiðið endar í einum stórum skrivligum verkevni, sum avdúkar kjarnan í skeiðnum. Tað hevur týdning at arbeitt verður við bæði reseptivu og produktivu pørtunum í sambandi við tilfarið. Arbeitt verður einamest við fagurbókmentaligum tilfari, men bæði yrkisbókmentir, list, tónleikur og filmur verða tikin við til tess at perspektivera so væl sum til ber.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við eini skrivligari próvtøku. Próvtøkan varar 8 tímar. Kunna verður nærri um próvtøkuna á skeiðinum Innanhýsis eftirmeting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin