7232.11 - Evropisk mentasøga II. Romantikkur - modernisma


Skeiðsnummar
7232.11
Heiti
Evropisk mentasøga II. Romantikkur - modernisma
ECTS
9
Endamál
At nema sær kunnleika og vitan um bókmentir, listasøgu, søgu og heimspeki í tíðarskeiðinum uml. 1790 til 1920
Innihald
Gjøgnum arbeiði við bókmentum, málningalist, tónleiki, søgu og heimspeki skal tann lesandi fá innlit í bókmenta- og listarákin romantikkur, nýbrotio og modernismu ella modernitet, Romantikkur Men menniskjans vit og skil hevur sínar avmarkingar, og í seinnu helvt av 1700-talinum spíraði fram ein rørsla, sum rættiliga skjótt fekk heitið romantikkur. Romantiska tíðarskeiðið verður vanliga sett at vara frá umleið 1790 til 1870. Ì romantikkini var dentur lagdur á hugflog, kenslur, innlivan, og at menniskja er partur av størri heild, sum tað ikki til fulnar kann fáa innlit í. Meginhugsanin í romantikkini var, at einstaka menniskja ikki bara er einstaklingur, men partur av einum fólki, t.v.s. einari tjóð og einari søgu (tjóðskaparromantikkur), og harumframt ein evarska lítil partur av størri alheimi, sum tað bert í løtum við hugflogi og/ella innlivan kann fáa eina lítla hóming av, t.d. úti í náttúruni ella í listini, tónleikinum og bókmentunum (universalromantikkur). Eins og upplýsingarstevnan í 1700-talinum fekk romantikkin í 1800-talinum, serliga tjóðskaparromantikkin, víðfevndar politiskar avleiðingar. Nýbrotið Í seinnu helvt av 1800-talinum tók seg upp eitt rák ímóti romantikkini. Romantikkin varð hildin at vera í so innhugsin, veruleikafjar og sveimandi. Funnist varð m.a. at, at romantikkin mest snúði seg um dreymar og longsul, t.v.s. ikki um veruleikan. Í Englandi og Fraklandi komu út sonevndar realistiskar bókmentir, og kravið til bókmentirnar var nú, at tær skuldu snúgva seg um veruliga lívið hjá fólkið, gera fólk tilvitað og upplýst um samfelag, persónlig rættindi (t.d. hjá kvinnum), moral o.s.fr. Danski bókmentafrøðingurin Georg Brandes kom við hesum hugsanum til Danmarkar, eftir at hann hevði ferðast kring Evropa í 1860’unum, og í 1871 byrjaði hann ta fyrilestrarøð á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sum vanliga verður roknað sum byrjanin til sonevnda ”Nýbrotið” í norðurlendskum bókmentum. Í Norðurlondum gjørdist “Nýbrotið” eitt greitt og væl skilmarkað hugtak, men tað endurspeglaði eitt rák, sum gjørdi seg galdandi um alt Evropa. Bókmentirnar skuldu taka upp og viðgera trupulleikar í samfelagnum. Bæði innihaldsliga og í málburði skuldu bókmentirnar gera upp við tað siðbundna, serliga romantikkina. Í veruleikanum bygdi Brandes sína uppgerð á hugsanirnar úr upplýsingartíðini, og hetta var hann tilvitaður um. Tað ráddi um at upplýsa fólkið, fáa fólk at hugsa og seta spurnartekin við viðurskifti í samfelagnum og á tann hátt lata upp fyri tí nýggja, t.v.s. nýggjum hugsanum og nýggjum møguleikum í einum samfelag, sum áhaldandi var undir ógvisligum broytingum. Við “Nýbrotinum” var sostatt eisini latið upp fyri tí ørgrynnu av bókmentaligum og listarligum rákum, sum komu at eyðkenna 20.øld. Modernisman byrjar við, at "Gud er deyður" um leið 1880 og fyribils endar við, at "Tann besti av øllum heimum” gongur til grundar sum úrslit av ræðuleikunum í fyrra heimsbardaga. Modernisman setur spurning við ímyndina av einum stórum, savnandi og samanhangandi veruleika handan tað, ið verður sansað. Í modernitetinum varnast tú eina kenslu av fyrring og sundurlyndi, m.a. tí at tøttu bondini millum menniskju losna. Øðrumegin gevur hetta einstaklinginum høvi at allysa seg sjálvan, men tað dregur mangan bæði einsemi og rótloysi við sær. Einstaklingurin varnast, at hann ikki við sínum máli einans kann lýsa veruleikan og siga frá sínum royndum; honum vantar evnini at siga frá tómleika og fyrring í einum heimi, sum ikki longur setur fastar karmar um, hvussu hann skal bera seg at. Listin er eisini ivandi, um skilvísi og vísindi kunnu stýra samfelagnum fram ímóti framstigi og vælferð. Krepputilvitskan í modernismuni kemur fram bæði í innihaldi, formi og sniði, og listin handar víðari eitt paradgmuskifti í metafysikkini, subjektinum, málinum og samfelagnum bæði í Evropa og USA. Ein nýskapandi og øðrvísi list skal siga frá einum nýggjum veruleika undir teimum treytum, modernaða tilveran setur. Moderniteturin er rák, sum setur síni merki bæði í menniskjuna og listina bæði í 20. og 21. øld, har heimurin alsamt broytist og alssamt verður máað burtur av siðvenjum og virðum.
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka og 80% hjávera.