7244.10 - E-læring


Skeiðsnummar
7244.10
Heiti
E-læring
ECTS
4,5
Endamál
At lesandi læra at gagnnýta teir møguleikar sum teldu-/margmiðlatøkni og internetið bjóða í skipaðum og óformellum undirvísingar- og læringshøpi. Á skeiðnum verður dentur lagdur á web2, samskifti og interaktivitet, SMART-board tøkni, heimasíðusmíð og rokniark sum amboð í smb. við kvantiativt arbeiðs- og háttalag.
Innihald
Ein partur av skeiðnum byggir á CSCL (Computer Supported Collaborative Learning), sum í stuttum kann lýsast sum ein háttur at sniðgeva (designa) didaktiska tilrættalegging, undirvísing og læring, har lesandi samstarva og samskifta umvegis teldu og internetið. Á skeiðnum skulu lesandi arbeiða ástøðiliga við CSCL, men eisini í praksis royna at samstarva og samskifta umvegis samskiftispallunum First Class (FC), har óstevjavnaða (asynkrona) samskiftið fer fram í floks- og bólkastevnum og/ella sum teldupostur, og Skype har stevjavnaða (synkrona) samskiftið í stóran mun fer fram. Í hesum sambandi skulu lesandi gjøgnumføra og standa eina uppgávu, sum er nærri lýst í serstakari uppgávulýsing (sí ”Uppgáva í E-læring á náttúrulinjuni”. Umframt nevndu skeiðspartar, verður arbeitt við nýggju menningini av internetinum, web2, og amboðsforritunum, rokniarkinum Excel, heimasíðuforrinum SharePoint Designer 2007 og nýggju interaktivu talvuni, Smart Board.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis meting. Staðið - ikki staðið. Verður uppgávan ikki staðin, skal lesandi lata inn nýtt skrivligt avrik til metingar í seinast lagi fríggjadagin 16.10.2009. Henda spurdómsstýrda avloysningsuppgáva skal taka støði í skeiðstilfarinum, og vera 6 normalsíður til longdar.