7249.10 - Veður og veðurlag


Skeiðsnummar
7249.10
Heiti
Veður og veðurlag
ECTS
2
Endamál
Eitt av málunum við vikuskeiðnum um veður og veðurlag er, at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um og fatan av hvørjir faktorar og viðurskift ið ávirka og skapa, og hava skapt, veðrið og vegurlagið. Í sambandi við kjakið um globala upphiting og veðurlagsbroytingar, skulu lesandi ogna sær fakligt innlit í hvussu veðurlagið ígjøgnum jarðarsøguna hevur verið, og teir faktorar ið hava havt avgerandi týdning fyri størri og avgerandi veðurlagsbroytingum. Við omanfyri nevnda fakliga innlitið verða lesandi betur før fyri at gera sjálvstøðugar metingar um m.a. tað samfelagskjak um veðurlagsbroytinar, sum hevur verið nógv frammi seinnu árini. Lesandi skulu á skeiðnum eisini ogna sær førleika at skipa eina didaktiska tilgongd um veður og veðurlag í fólkaskúla-høpi.
Innihald
Innihaldið hesa skeiðsvikuna er ógvuliga fjølbroytt, har dentur er lagdur á náttúru-tilgongdir (-prosessir), ringrásir og javnvágir. Temuni fevna m.a. um: • leiklutin hjá sólini sum grundleggjandi orkukelda og drívmegi fyri veður og veðurlag á jørðini, • veðurlagsbroytingar gjøgnum jarðarsøgun fram til dagin í dag, • um globalar veðurlagsskipanir, • lágtrýst og hátrýst og ávirkan teirra á veðrið Vikan endar við at lesandi skulu gera uppskot til undirvísingartilgongdir til ein 6. flokk, har veljast kann millum hesi temu: • Veðrið í Føroyum • Global veðursystem • Globalar veðurlagsbroytingar Undirvísingartilgongdirnar skulu í stóran mun grundast á visualitet, tvs. at animatiónir, myndir, model etc. skulu vera týðandi partur av undirvísingartilgondunum, og latast inn sum ein heimasíða. Á heimasíðuni skal eitt word-skjal, sum lýsir didaktisku og ástøðiligu tankarnar um heimasíðuna og undirvísingar- ella lærings-tilgondina, liggja tøkt. Heimasíðan skal vera eksemplarisk, og tí bert virkin á útvaldum, avmarkaðum økjum innan veður og veðurlags-temaið.
Próvtøkuháttur
Hesin útbúgvingarparturin verður mettur staðin/ikki staðin. Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi møtir til undirvísing og fyrilestrar, og at hann loysir settu uppgávukrøvini, her at smíða eina heimasíðu um veður og veðurlag. Stendur lesandi ikki uppgávuna, skal hann í staðin skriva eina ”avloysingar-uppgávu” sum verður sett og eftirmett av undirvísarunum. Uppgávan skal svara til eitt ”viku-arbeiði”, tvs. 40 tíma arbeiði.