7250.10 - Náttúran


Skeiðsnummar
7250.10
Heiti
Náttúran
ECTS
11
Endamál
Gjøgnum verkætlanina skulu lesandi venja seg at seta relevantar spurningar innan nátturuøkið, at leita fram, ella sjálvi at framleiða, relevant tilfar/dátu, at skipa og viðgera dátuni og royna at finna svar uppá spurningar sínar. Við slíkum verkætlanum fáa lesandi møguleika at arbeiða eksemplariskt og samstundis at fordjúpa seg í ávísum náttúrufakligum spurningum og temum. Endamálið við skeiðnum “Náttúran” er sostatt, at lesandi bæði fáa eina opna, breiða fatan av náttúruni og náttúruviðurskiftum, men eisini at tey við spurdómsstýrdari verkætlan venja seg við henda arbeiðshátt og við eksemplariskum arbeiði hava tíð at fordjúpa seg í ávísum náttúrufakligum økjum.
Innihald
Verkætlanartilgongdin byrjar við einum intensivskeiði, har endamálið er at opna fyri fakligum ymiskleika og fakliga breiðum náttúru-grundarlagi, so studentarnir hava eitt spennandi grundarlag at velja verkætlanar-temu út frá. Henda verkætlanin snýr seg um jarðfrøði, loft/himmalhválvið, sólina/sólskipanina, havið, økoskipanir/-ringrásir o.a. Verkætlanin varar í 4 vikur, og byrjar við einum intensivum – í stóran mun ásøðiligum – innleiðsluskeiði, sum í stóran mun er lærarastýrt, og varar ta fyrstu vikuna (vikuna frammanundan hevur longu verið eitt grundleggjandi skeið um náttúrvísindaligt háttalag). Ætlanin við hesum intensivskeiðnum er at opna fyri fakligum ymiskleika og fakliga breiðum grundarlagi, so studentarnir hava eitt spennandi grundarlag at velja verkætlanar-temu út frá. Tey lesandi velja so – í bólkum à 2-4 lesandi – at arbeiða við eini verkætlan tær 3 næstu vikurnar. Verkætlanirnar skulu tematiskt halda seg til áður nevndu fakøkini, men sjálvt verkætlanararbeiðið – sum skal góðkennast av lærarunum á náttúrulinjuni - er í størstan mun spurdómsstýrt. Starvslæra er ikki ein partur av hesi fyrstu verkætlanini á náttúruvísindabreytini. Nærri treytir fyri verkætlanararbeiðnum, ymisk krøv og innlatingarfreistir, evt. framløgur o.s.fr. eru annars at finna í ritinum “Verkætlanaruppgáva í “Náttúru”, skeiðsnr. 03-01-09”. Umframt intensiv-skeiðið ta fyrstu verkætlanarvikuna, verður ein fakligur fyrilestur (à 2 tímar) og tvey serskeið um náttúrfaklig viðurskifti (à ein dag hvørt), løgd inn í samlaðu verkætlanartilgongdina. Allir bólkar fáa – eftir at spurdómur/verkætlanin er góðkend – vegleiðing tvær ferðir, áðrenn innlatingina (sí annars galdandi reglur fyri vegleiðing í skjali “Vegleiðingarreglur á Føroya Læraraskúla”). Tað verður í stóran mun lærararnir, sum undirvísa í náttúrulinjuni á Føroya Læraraskúla, ið fara at vegleiða í smb. við verkætlanirnar. Tó kunnu í serligum førum fólk uttaneftir eisini virka sum vegleiðarar. Umframt ta vanligu vegleiðingina, sum kann vera skrivlig (via FirstClass) ella munnlig, evt. via synkront internetsamskifti (t.d. Skype-fundur), verður minst ein av náttúrfaks-lærarunum tøkur í minsta lagi ein fyrrapart um vikuna, har til ber hjá lesandi at tosa við læraran um faklig viðurskifti, evt. at skipa fyri t.d. “tyssi”-undirvísing o.s.fr. Við hesum kunnu vit byggja eitt umhvørvi, har spennandi verður at koma, samstundis sum møguleikar eisini eru at arbeiða fjarvegis í tann mun tað er at ynskja og/ella neyðugt viðhvørt. Henda lýsing av “Verkætlan 1” er ikki frymil, sum bindur ella fastfrystir allar verkætlanirnar at vera eins ella líka. Heldur ynskja vit fjølbroytni í samlaðu tilgongdina, so lutirnir – skeið, fyrilestrar, undirvísing - verða blandaðir ymiskt og onkrir kanska útskiftir, verkætlanar-produktini ymisk, skiftandi eftirmetingar-hættir o.s.fr. Tað eru eisini aðrir, og annaðleiðis, lutir í náttúrlinjuni enn tær stóru verkætlanirnar. Vit skul her stutt lýsa onkrar av hesum pørtum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum vanliga floksundirvísing, verkætlanarstýrt bólkaarbeiði og dagskeið við náttúrfakligum temum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Tey lesandi fáa 3 - 4 evni/trupulleikaorðingar at velja ímillum. Uppgávan verður handað teimum lesandi eina viku áðrenn innlatingardagin. Uppgávan skal skrivast í bólkum á 3 ella 4 lesandi, og hon skal verða millum 5 - 8 blaðsíður. Innanhýsis eftirmeting verður nýtt, og metingin staðið/ikki staðið. Metingingin verður skrivað inn í próvskjal teirra lesandi. Tá ið mett verður um uppgávuna verður hugt eftir (1) hvussu væl tey lesandi duga at draga vísindaástøðilig hugtøk, tankar og fyribrigdi inn í uppgávusvarið, (2) hvussu væl uppgávan er skipað og sammansett? (3) Hvussu væl tey lesandi duga at nýta málið – málburð, setningsbygnað og stavseting. Og (4) um tey lesandi duga at nýta tilvísingar.
Lestrarlisti
Ole B. Clausen, Jens Peter Møller og Troels Tunebjerg (2004): GEOGRAFI - fag og undervisning. Geografforlaget. ISBN-Nummer: 87-7702-402-8 Rasmussen, Jóannes (1981): Øldir og upphav. Tórshavn. Bókagarður. Hansen, Bogi (2001): Havið. Tórsh. 2001. Føroya skúlabókagrunnur Sørensen, Birgitte Holm (2002): Børns brug af interaktive medier - inspiration til ny læringspraksis i skolen. Tikið niður 31.08.09 hiðani: http://pub.uvm.dk/2002/uddannelse/24.html Jessen, Carsten (2002): Videndeling og læring i kulturelt perspektiv - om kulturens naturlige læreprocesser. Tikið niður 31.08.09 hiðani: http://pub.uvm.dk/2002/uddannelse/25.html Umframt omanfyri nevnda tilfar, hava lesandi í smb. við verkætlanirnar lisið ymiskt annað tilfar.