7252.10 - Burðardyggleiki


Skeiðsnummar
7252.10
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
14
Endamál
- at lesandi fáa greiðing á breiða, globala, lokala og relativa hugtakinum “Burðardyggleiki”, sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum - at lesandi skilja hvønn týdning ymsar náttúrligar prosessir og ringrásir hava í hesum sambandi - at lesandi gerast tilvitað um, og sannkenna, týdningin av burðardyggleika í umhvørvisligum, samfelagsligum og persónligum viðurskiftum og samanhangum, og soleiðis vera før fyri at gera egnar metingar og niðurstøður hesum viðvíkjandi - at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardyggleiki” Partsmál fyri spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna: Í smb. við spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna, er dentur lagdur á sjálvsstøðu og sjálvstøðuga arbeiði teirra lesandi og/ella samstarvsevni, um tey velja at samstarva í bólkum. Dentur verður lagdur á vegleiðing heldur enn vanliga undirvísing í hesi tilgongdini. Partsmál fyri innleiðslukeið: Viku-skeiðið, sum liggur í byrjanini av tilgongdini, hevur til endamáls at lesandi kunnu fáa eina breiða lýsing og fatan av burðardyggleika-hugtakinum, so tey hava fjølgar møguleikar at velja ímillum, tá verkætlanar-evnið skal veljast.
Innihald
Í innleiðsluskeiðnum (2 ECTS) verður arbeitt við hesum høvuðstemum: • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardyggleiki” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og prosessum • Burðardyggleiki í føroysku fiskivinnuni • Burðardyggleiki í ESD-skúlum og í føroyska fólkaskúlanum • Burðardygg turisma Verkætlanin (16 ECTS) hevur bæði eitt fakfakligt og eitt didaktsikt innihald, har ein skrivlig, spurdómsstýrd verkætlanar-uppgáva – við temanum “burðardyggleiki” - verður skrivað. Fyrstu vikuna verður arbeitt við spurdómi og avmarkingum, sum skal góðkennast av undirvísarunum. Síðani verður avtala gjørd um tríggjar formellar vegleiðingar, sum verða hildnar í verkætlanartíðini; harumframt kunnu styttri, óformellar vegleiðingar - um avmarkað øki - avtalast. Í verkætlanartíðini verða fýra náttúrufaklig heildagsskeið hildin, umframt tríggjar seinnapartsfyrilestur við relevantum, náttúrufakligum evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum ymiskar undirvísingar-/lærings-hættir, t.d. fyrilestrar, floksundirvísing í smb. við viku- og dagsskeiðini. Í smb. við spurdómsstýrdu verkætlanar-uppgávuna, er stórur dentur lagdur á vegleiðingarpartin.
Próvtøkuháttur
Skrivlig, spurdómsstýrd uppgáva verður skrivað. Uppgávutreytirnar eru neyvari lýstar í serstøkum uppgávu-skjali. Innanhýsis eftirmeting verður nýtt. Próvtal eftir 13-talsstiganum og skrivligt úttalisi verður givið. Uppgávan er staðin, um lesandi fær 6 ella hægri próvtal. Próvtalið verður skrivað inn í próvbók teirra lesandi.
Lestrarlisti
Felags tilfar, sum nýtt er í smb. við viku- og dagsskeiðini í burðardyggleika. The Gothenburg Recommendations on Education for Sustainable Development. Hefti á enskum. 58 síður. November 2008 Kvalitets-kriterier for ESD-skoler. Hefti á donskum. 48 síður. Maj 2005 South Australian Tourism Commision (2007): Design guidelines for sustainable tourism development. Tikið niður 12.01.2010: http://www.tourism.sa.gov.au/tourism/Designguidelines.asp Delucchi, Mark A. og Jacobsen, Mark Z. (2009). A Path to Sustainable Energy by 2030. Scientific American. Nov. 2009, s. 38-67. Johnson, George (2009). Plugging into the Sun. Úr: National Geographic. Sept. 2009, 28-53 Walshe, N. (2007). Year 8 Students´ Conceptions of Sustainability. Teaching Geography , 139-143. Hansen, F., & Simonsen, K. (2004, 3. oplag 2007). Geografiens videnskabsteori - en introducerende diskussion. Frederiksberg C: Roskilde Universitetsforlag, s. 167-177. Clausen, O. B., Møller, J. P., & Tunebjerg, T. (1999, 2. útg. 2000). GEOGRAFI - fag og undervisning. Geografforlaget. Lesið s. 102-157 Hanus Kjølbro (2007): Veðurlæra. (Lesið s. 11-102) Geoviden 2006 nr. 4 (skal lesast). Tikið niður 12.01.2010. http://geocenter.dk/publikationer/geoviden/geoviden-4-2006.html Geoviden 2008 nr. 3 (kann lesast) Tikið niður 12.01.2010. http://geocenter.dk/publikationer/geoviden/geoviden-3-2008.html Geoviden 2009 nr. 2 (skal lesast) Tikið niður 12.01.2010. http://geocenter.dk/xpdf/geoviden-2-2009.pdf Umframt omanfyri nevnda tilfar, hava lesandi í smb. við verkætlanirnar nýtt/lisið ymiskt annað tilfar.