7253.10 - Endaverkevni


Skeiðsnummar
7253.10
Heiti
Endaverkevni
ECTS
12
Endamál
Við støði í fakligu menningini gjøgnum útbúgvingina higartil, skal hin lesandi við hesi enda-uppgávu á náttúruvísindabreytini vísa, at hann megnar at gjøgnumføra eina spurdómsstýrda verkætlan við náttúrufakligum og didaktiskum innihaldi, sum skipanarliga, innihaldsliga, háttalagsliga og vísinda-ástøðiliga svarar til ba-stigið.
Innihald
Hin lesandi skal skriva eina spurdómsstýrda verkætlanar-uppgávu, svarandi til 9 ECTS,  innan eitt náttúrutema. Til ber at skriva einsæris ella í bólki, tó hægst tvey lesandi í bólki saman.  Lesandi orða sjálv spurdómin, men kravt verður, at uppgávan bæði hevur eitt fakfakligt og eitt didaktiskt innihald. Í sambandi við didaktiska partin av uppgávuni, skal eitt samstarv við fólkaskúlan innganga sum partur av empiriska uppgávu-grundarlagnum. Samstarvið kann fevna um royndir, eygleiðing, felags menning av undirvísingartilfari, undirvísing o.s.fr.  Spurdómurin skal góðkennast av undirvísarunum á náttúruvísindabreytini.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er skrivlig og munnlig, og verður mett av uttanhýsis próvdómara og undirvísara. Próvtalið hevur støði í skrivligu verkætlanar-uppgávuni, meðan munnligi parturin – sum fevnir um framløgu teirra lesandi, og samrøðu millum lærara, próvdómara og lesandi, harundir evt. spurningar frá lærara og próvdómara – kann hækka ella lækka próvtalið. Próvtal verður givið eftir galdandi próvtalsstiga, og munnlig grundgeving verður givin fyri úrslitinum. Uppgávan er staðin, um lesandi fær 6 ella hægri próvtal eftir núverandi próvtalsstiga. Stendur lesandi ikki, skal uppgávan – við somu uppgávutreytum - skrivast av nýggjum. Freistin fyri innlating av nýggju uppgávuni verður ásett av undirvísarunum á náttúruvísindabreytini. Nýggi spurdómurin skal víkja frá tí fyrra, tó at temaið í stóran mun kann líkjast. Nýggi spurdómurin skal góðkennast av undirvísarunum á náttúruvísindabreytini.