7256.10 - Didaktisk háttaløg innan náttúrufakini


Skeiðsnummar
7256.10
Heiti
Didaktisk háttaløg innan náttúrufakini
ECTS
1
Endamál
Málið er, at lesandi ogna sær vitan um, og fatan av, ástøðiliga grundarlagnum undir náttúrufaksdidaktikk. Samstundis verður dentur lagdur á, at tey lesandi menna førleika sín at nýta ástøðiliga partin í undirvísingarhøpi; bæði tá talan er um fakliga, samfelagsliga og dannilsis-týdningin, sum fakið hevur. Hetta skulu tey lesandi vísa við m.a. at nýta náttúrufaks-didaktikkina sum part av øllum hinum lærugreina-pørtunum; ikki minst í smb. við starvslæruna og størru verkætlanirnar.
Innihald
Arbeitt verður við ymsum fatanum av náttúruvísind, bæði dannilsis-ástøði og fakfakligar fatanir. Lesiætlanir fólkaskúlans verða kannaðar og mettar í mun til undirvísing og læring í skúlahøpi. Í hesum høpi verða m.a. øll tey vanligu stigini í taksonomiunum hjá Bloom, Kratwohl og SOLO-taksonomiini umhugsað, og týdningurin av hesum mettur í didaktiskum tilgongdum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg frá lærarum og lesandi, bólkaarbeiði, kjak og framløgur frá lesandi/bólkum.
Próvtøkuháttur
Við útgangsstøði í tekstunum” og “Teorien om didaktiske situationer” og “Naturvetenskapliga ämnen i skolan – innehåll och organisation” skulu tey lesandi – í bólkum à 3-4 lesandi – skriva eina stutta uppgávu à uml. 3-5 síður, har tey koma við einum boði uppá hvat tey halda hava týdning at undirvísa í, tá talan er um náttúrufakini (t.d. hvørji fakøki/-temu er serliga týdningarmikil, dannilsisaspektið etc.), og hvussu tey kunnu/eiga at undirvísa í valdu temunum ella spurningum/trupulleikum. Uppgávan verður dømd: staðin/ikki staðin. Verður uppgávan dømd “ikki staðin”, skal hon skrivast av nýggjum og latast inn eftir freist, sum verður sett av undirvísarunum.
Lestrarlisti
Dolin, Jens (2009): Fyrilestrar á Føroya Læraraskúla. Møller, Jens Peter (2001): Omverdens-forståelse. Didaktiske perspektiver og eksempler. Århus. Forlaget Klim. Sjøberg, Svein (1998). Naturvetenskap som allmanbildning – en kritisk amnesdidaktik. s. 380-412. Oslo. Gyldendal. Winsløv, Carl (2007): Didaktiske elementer. Frederiksberg. Forlaget Biofolia