7257.10 - Ekskursión/ráðstevna


Skeiðsnummar
7257.10
Heiti
Ekskursión/ráðstevna
ECTS
4
Endamál
Ekskursión: Málið við lestrarferðini er, at lesandi uppliva øðrvísi náttúruviðurskifti, men eisini at lesandi fáa fatan av ymiskleikanum í hvussu samspælið millum náttúruviðurskifti og mentanir kann verða skipað. Annað endamál við lestrarferðini er at brúka upplivingar í fremmandari náttúru sum íblástur til hugleiðingar (refleksión) um náttúrufaks-didaktikk, herundir “úti”-didaktikk, og hvussu íblástur og hugleiðingar kunnu brúkast í “heimligum” samanhangum. Á lestrarferðini skulu lesandi eisini vitja fólkaskúlar og aðrar undirvísingarstovnar. Hesar vitjanir skulu fyriskipast so, at tær hava relevans fyri útbúgving teirra lesandi. Lesandi standa sjálv fyri stórum parti av fakligu fyrireikingunum og tilrættaleggingini av lestrarferðini, og hava eisini skyldu til at eftirmeta og viðgera faklig viðurskifti frá lestrarferðini, tá tey eru komin heimaftur. Hetta merkir m.a., at tey skulu skriva eina frágreiðing frá lestrarferðini, sum bæði snýr seg um faklig viðurskfti og upplivingarpartin. Ráðstevnan: Málið við ráðstevnuni er, at lesandi venja seg at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta ein ráðstevnu. Í hesum sambandi skulu tey at vísa, at tey megna at standa á egnum beinum og arbeiða sjálvsstøðugt, men samstundis eisini duga at samstarva við onnur. Lesandi skulu eisini venja førleikan at miðla fakligt tilfar, m.a. við at framleiða skrivligt tilfar og/ella at halda ein fyrilestur fyri mongum áhoyrarum. Her verða eisin evnini at stíga fram, at stýra og refera, vand.
Innihald
Ekskursión: Innihaldið á lestrarferðini skal skal handla um eitt náttúrufakligt tema, ið tey lesandi kunnu fáa gleði av sum komandi lærarar. Tey lesandi skulu sjálv – við stuðli og vegleiðing frá undirvísarunum – fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta og eftirviðgera ferðina. Á ferðini skulu tey lesandi loysa nakrar smærri uppgávur, sum frammanundan eru avtalaðar. Hesar uppgávur snúgva seg um samfelags-, mentanar- og náttúruviðurskifti á ferðamálinum, og skulu ganga inn í ferðafrágreiðingina, sum verður skrivað aftaná ferðina. Á ferðini skal ein vitjan á fólkaskúla ella øðrum undirstovni vera á skránni, og henda vitjan skal eisini vera partur av endaligu frágreiðingini frá lestrarferðini. Lestrarferðin kann vera hildin í Føroyum ella einum av hinum Norðanlondunum ella Skotlandi, og varir í mesta lagi eina viku. Ráðstevna: Innihaldið á ráðstevnuni skal fevna um eitt náttúrufakligt tema, sum er relevant og spennandi í undirvísingarligum samanhangi, serliga í mun til fólkaskúlan, men kann tó eisini venda sær til onnur lesandi. Avgerðin um tema og innihald verður tikin av lesandi og undirvísarum í felag. Lesandi fyriskipa sjálv øllum viðurskiftum sum hava við skipanini av ráðstevnuni, herundir t.d. innbjóðing til ráðstevnu-luttakarar, val av evt. eksternum fyrilestrarhaldarum og/ella verkstaðarleiðarum, mati, hýsing o.s.fr. Aftaná ráðstevnuna verður frágreiðing (rapport) skrivað og útgivin av teim lesandi. Í frágreiðingini verða fyrilestrar og evt. verkstaðar-úrslit, og ymiskt annað relevant tilfar frá ráðstevnuni, t.d. ein eftirmeting, savnað.
Læru- og undirvísingarhættir
Ekskursjónin: Lesandi standa sjálv fyri tí mesta arbeiðnum í smb. við lestrarferðina. Undirvísararnir eru tó alla tíðina tøkir til íblásturs, og sum vegleiðarar. Ráðstevnan: Lesandi standa sjálv fyri tí mesta arbeiðnum í smb. við ráðstevnuna. Undirvísararnir eru tó alla tíðina tøkir til íblásturs, og sum vegleiðarar.
Próvtøkuháttur
Hetta skeiðið verður mett staðið/ikki staðið. Ekskursjónin: Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi er við á lestrarferðini og loysir uppgávukrøvini, sum eru sett á ferðini og aftaná, at komið er heim aftur. Berst lesandi frá at koma við á lestrarferðina, skal hann í staðin skriva eina ”avloysingar-uppgávu” sum verður sett og eftirmett av undirvísarunum. Uppgávan skal svara til eitt ”viku-arbeiði”, tvs. 40 tíma arbeiði. Ráðstevnan: Hesin útbúgvingarparturin verður mettur staðin/ikki staðin. Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi uppfyllir luttøkukrøvini, sum fevna um avtalaðar uppgávur og í nøkrum førum um møtiskyldu, t.d. til fyrilestrar, verkstaðararbeiði o.s.fr. Undirvísararnir meta, um luttøkukrøvini til hvønn einstakan lesandi eru uppfylt.