7311.10 - Føroyar 1700-1900


Skeiðsnummar
7311.10
Heiti
Føroyar 1700-1900
ECTS
12
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at arbeiða seg fram til eina fatan av, hvussu søguskriving á einum vísindarligum stigi verður til, hvørji háttarløga nýtt verða, og hvørjar søgufatanir kunnu ligga til grunds fyri val av søguligum evnum, spurdómum og framsetingum annars. Eisini verður komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólkaskúlans, t.e. søgudidaktikki. Roynt verður at seta skeiðið í samband við annan lesna, ið lesandi hava verið ígjøgum, serliga vísindaástøði og náms-/sálarfrøði/didaktikk. Somuleiðis verður miðað eftir at linjulesturin skal sampakka við høvuðskrøvini til bachelorverkætlanina.
Innihald
I. Analýsa av søguligari framseting (doktararitgerð) II. Bóka- og bókasavnskunnleiki – og onnur søvn III. Keldukritikkur IV. Søgudidaktikkur Eftirmetingin fevnir um I og III, meðan allir 4 partar koma at ganga aftur í seinni eftirmetingum. Ad. I: Við støði í greining av H.J. Debes: Nú er tann stundin . . . saman við lesnaði av ókendum keldutilfari verður dentur lagdur á at analýsera seg fram til nøkur høvuðseyðkenni við høvuðsverkinum, ið lesandi kunnu gera sær dælt av, tá tey seinni skula skapa søguskriving: Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politiskt) søgusýni/-fatan, metingarhættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða, perspektivering (m.a. kronologisk og geografisk) og egnar metingar av hesum. Ad. II: Lesandi verða vand við at nýta søvn og savnindi til sjálvstøðugt at duga at finna fram, meta um og gagnnýta søguligar heimildir í breiðastu merking. Lesandi vitja siðsøgulig søvn, har tey m.a. á framsýningini sjálvi koma at hava høvuðsábyrdina av av miðla eitt sjálvvalt evni. Ad III: Við støði í metodubókini Søgufrøði koma lesandi við kelduvenjingum at gera sær tankar um kelduvirði í heimildunum og hvørji atlit eigur eiga at verða tikin, eisini áðrenn farið verður undir eina innihaldstulking. Eisini verður dentur lagdur á at øll søguskriving er tíðarbundin og at søgu umframt at verða eitt vitanarfak eisini er eitt dannilsisfak, har sjálvstøðug støðutakan er kravdur partur. Gjøgnumgingið verður m.a. hesi evni: At finna heimildir, keldusløg, ytri meting, keldur av 1. og 2. hond, hall, munnligar heimildir, fram- og afturlítandi keldur, málslig frárbrigdi, og faklig hugtøk, ið kunnu verða tíðarbundin. Ad IV: Lesandi fáa eitt kompendium, har m.a. ætlanin er at seta sjøtil á hesi evni: Søgu sum skúlafak gjøgnum tíðirnar, nøkur eyðkenni fyri eina góða søguundirvísing, miðlar, tann kritiska søguforteljingin, søguligar skaldskapur. Høvuðsendamálið við søgudidaktiska partinum í hesum moduli er frá fyrsta degi av at venja lesandi at skilja millum søgu sum vísindafak og sum fólkaskúlans undirvísingarfak – og hvussu hesi kunnu sampakka.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmettt við 3-tímas skrivligari roynd, lutvíst við kendurm og ókendum keldutilfari við støði í lisna tilfarinum og við keldukritiskum atliti at gera eina søguliga framseting. Staðið/ikki staðið
Lestrarlisti
H.J. Debes: Nú er tann stundin . . . Tórshavn, 1982 H.J. Debes: Ein kvistur spretti. Tórshavn, 1993. Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe: Søgufrøði. Tórshavn, 1997. Sebastian Olden-Jørgensen: Til Kilderne! Introduktion til historisk kildekritik. Kbh, 2001. Føringatíðini. Tórshavn, 1969 (keldubrot) Vagn Oluf Nielsen: Historie – mellum kundskaber og dannelse. I: Skolefag i 100 år, Kbh. 1995. K. Winding: Vedrørende analyse af historiske fremstillinger (manus) Jens Aage Poulsen: Fortællingen – historieundervisningen problembarn eller columbusæg, s 33-51). I: Historieskabte såvel som historieskabende. Kbh, 1997. Medier og undervisning i en forandringstid. Í: At skabe historie – idéer til historieundervisningen, s. 169-182. Frederishavn, 1998 169-181 Historiebevisshet og den realistiske romanen. Í: Jan Bjarne Bøe: Bilden av fortiden, s. 135-154. Kristiansand, 2002. Film brukt som kildemateriale. Í: Erik Lund: Historiedidaktik – En håndbog for studenter og lærere, s. 139-151.