7312.10 - Europa 1300-1600


Skeiðsnummar
7312.10
Heiti
Europa 1300-1600
ECTS
13,5
Endamál
At lýsa evnið millum tey fýra sjónarhornini: Politiskum, mentanarligum, búskaparligum og sosialum, og at seta evnið í geografisk og kronologiskt høpi (perspektivering). Føroyar sum partur av alevropeaskari søgugongdini í tíðarskeiðinum til at lýsa kontinuitet og brot. Søguudidaktiskt verður dentur lagdur á fjølbroyttar tilgongdir til søguundirvísing, m.a. læring sum uppliving, serliga við denti á monumentalsøgu. Serligur dentur verður lagdur á, at næmingar læra sera ymiskt, og at teir eisini kunnu læra m.a. sum uppliving, t.d. við at vitja søgulig støð, søvn og mentanarleivdir og -umhvørvi. Miðað verður fram móti at fáa greiðu á, hvussu slík læring kann fyrireikast, gjøgnumførast og eftirmetast – og at hetta verður á einum fakliga høgum støði. Síðani verður arbeitt við hvussu slík læring og undirvísing kann flytast til føroyskt viðurskifti. Hetta verður gjørt við útgangsstøði í staðsøguni (lokalsøguni), har mentanarleivdir í nærumhvørvinum og víðari um verða brúkt sum tilgongd til søgulig evni til ymisk tíðarskeið og sjónarhorn.
Innihald
I. Europas søga 1300 – 1700, har Føroya søga er partur. II. Verkætlanarferð til Athen Høvuðssjónarhornið er at seta søgu Føroya í eina evropeiska heildarfatan, og vísa á, hvat av hesum liggur eftir í okkara egnu samtíð. Eisini verður dentur lagdur á at finna góðar fyrimyndir í grikskum viðurskiftum, sum kunnu flytast yvir í okkara egna veruleika. Ætlanin er m.a. at viðgera evni sum mentanarrák, demokrati og at samanbera livihættir menniskjans í londunum gjøgnum tíðirnar. Umframt monumentalsøgu verður eisini komið inn á søguligur skaldskapur, teknirøðir, talgilt tilfar, søvn & framsýningar, staðsøga, og keldukritiska søguforteljingina.
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmettt við essays (innlating 17/12) og munnligari póvtøku í ókendum teksti við atliti at lisnum pensum (3/1 2011). Essays´ið skal hava ein søgudidaktiska part. Eitt próvtal verður givið fyri samlaða avrikið. Uttanhýsis próvdøming. 13-stigin.
Lestrarlisti
Håkan Arvidsson & Tove E. Kruse: Europa 1300 – 1600. Roskildi, 1999. Arne Olsen et.al: Billeder og kilder til verdenshistorien før 1750. Gyldendal 1990. Ragnar Bugge: Middelalderen i dokumenter. Oslo, 1965. Helge Paludan: Metode og kilder I. Kbh, 1970. H.J. Debes: Føroya søga 2 Skattland og len. Tórshavn,1995. Lars Bluhme Larsen et.al: Internet i historieundervisningen. Viborg, 2003. Angvik, Magne & Nielsen, Vagn Oluf (ritstj.): Ungdom og historie i Norden. Bergen, 1998. Jensen, Bernard Eric: I og uden for skolen. Í: Historiedidaktiske sonderinger, Kbh. 1993. Bøe, Jan Bjarne: Historiebevisshet og museet. Í: Bildene av fotiden. Kristiansand, 2002. Bøe, Jan Bjarne:Lokalhistorie i Undervisningen. Í: Faget om fortiden. Oslo, 1995. Lund, Erik: Historiefaget i endring. Í: Historiedidaktik. En håndbog for studenter og lærere. Kbh, 2009. Thomsen, Aime: At undirvísa í Grikkalandi. Skúlablaðið 7/2002, s. 18-19. Lesandi uppgeva individuella heimildir til tað essays, tey skriva.