7314.11 - Sjálvvalt evni (starvslæra)


Skeiðsnummar
7314.11
Heiti
Sjálvvalt evni (starvslæra)
ECTS
9
Endamál
At samansjóða teir partar, lesandi hava verið í gjøgnum í moduli I-III til eina dygdargóða undirvísing í søgu/samtíð, ið skal byggja á eina granskingargrundaða viðgerð av søgufakligum og søgudidaktiksum spurdómum. Hetta fevnir eisini um søgufaklig háttaløg (kelduatfinning), ið kunnu nýtast í próvtøkuni í søgu/samtíð í 9. fl. Lesandi skulu menna nýggjar eftirmetingarhættir í fólkaskúlanum, og duga at savna inn og sjálvstøðugt viðgera empiriska vitan um fólkaskúlans viðurskifti. Lesandi koma í høvuðsheitum at arbeiða innan eitt sjálvvalt evni, ið tikið verður upp í starvslæruni, samstundis sum tey fylgja hesum skeiði, x t/v í 5 vikur.
Innihald
Lesandi hugsavnað seg um ein spurning ella evni, ið tey sjálvi velja. Starvslæra er ein partur av skeiðinum. Til starvslæruna skulu tey lesandi menna eina undirvísingarætlan, ið er bygd á evnið, tey hava valt sær. Tey lesandi velja sær evnið og finna heimildir til evnið í samráð við akkersfólki fyri linjuna í søgu.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við at lesandi ger eina spurnarstýrda verkætlan (8-10 s.), ið endar við munnligari próvtøku. Verkætlanin skal eisini fevna um eina ársætlan og próvtøkuspurning til ein 9. fl. Praktikklærarin kann luttaka sum annar uttanhýsis próvdómari 13 – stigin
Lestrarlisti
Vagn Oluf Nielsen: Kvalitet i historieundervisningen. 1999. Hebsgaard, Niels C. et.al: Historien på prøve. Inspirationsmateriala til læreren med prøvefag. Kbh, 2009. Rienicker, Lotte og Stray Jørgensen, Peter: Lærerbacheloropgaven. Den studerendes bog. 2007 Magne Angvik og Vagn Oluf Nielsen: Ungdom og historie i Norden. Fakbokforlaget 1999. Sjálvvaldu heimildirnar verða valdar í januar 2011.