7315.11 - Søgudidaktikkur


Skeiðsnummar
7315.11
Heiti
Søgudidaktikkur
ECTS
10,5
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at geva teim lesandi vitan um og fatan av fakdidaktiskari ástøði, ið kann leggjast til grunds fyri undirvísing í søgu/samtíð. Skeiðið liggur til grunds fyri skeiðspraktikkini, ið kemur eftir hetta skeiðið (og fakdidakiska partinum av bachelorverkætlanini). Skrivliga uppgávan, ið liggur til grunds fyri eftirmetingin, skal innihalda ein sjálvvaldan søgudidaktiskan part. Arbeitt verður við, at lesandi koma at gera væl grundað og sjálvstøðug hugskot til fjølbroyttar undirvísingargongdir. Dentur verður lagdur á at finna arbeiðs- og læruhættir, ið best hóska til ymsu floksstig næminganna.
Innihald
Hugtakið søgudidaktikkur (skilmarking), søgufakið í broyting, læringsstílar, um at nýta keldur í undirvísingini, forteljing & rolluspæl, digital læring, myndir og filma r sum heimild, næmingaeftirmeting (serliga við denta á at lýsa munin munur millum at endurgeva vitan og at hugsa sjálvstøðugt).
Próvtøkuháttur
Eftimetingin skal sýna, at lesandi við støði í einum sjálvvaldum evni og spurdómi hevur innlit í søgudidaktiska ástøði og bókmentir, og dugir at hugsa sjálvstøðugt og at gera sær vandar metingar um, hvussu hetta kann leggjast til grunds fyri undirvísing í søgu/samtíð í fólkaskúlnum. Skeiðið verður eftirmett við einsæris skrivligari uppgávu, sum er spurnarstýrd. Lesandi hava ábyrgdina av at finna fram søgudidaktisku heimildirnar, sum viðgerðin byggir á. Eftimetingin verður 17/2 2012 (innanhýsis próvdøming).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsverk: Erik Lund: Historididaktikk. En håndbok for studenter og lærere. Universitetsforlaget, Oslo, 2011. Annað: Vagn Oluf Nielsen: Kvalitet i historieundervisningen. 1999. Hebsgaard, Niels C. et.al: Historien på prøve. Inspirationsmateriala til læreren med prøvefag. Kbh, 2009. Magne Angvik og Vagn Oluf Nielsen: Ungdom og historie i Norden. Fakbokforlaget 1999. (Brot) Námsætlan fyri søgu/samtíð, 2011. Sjálvvaldar individuellar heimildir: Harumframt uppgeva lesandi sjálvvaldar individuellar heimildir, ið viðgjørdar verða í skrivligu uppávuni.