7321.11 - Barnabókmentir


Skeiðsnummar
7321.11
Heiti
Barnabókmentir
ECTS
10,5
Endamál
Skeiðið skal geva tí lesandi førleika at meta um og nýta serliga nýggjari barna- og ungdómsbókmentir í undirvísingini í donskum í fólkaskúlanum, t.v.s. úr 3. flokki upp í 9. (10.) flokk. Tann lesandi skal ogna sær førleika at leggja til rættis, fremja og eftirmeta fjølbroyttar læringartilgongdir innan lærugreinina, so einstaki næmingurin kann mennast við støði í egnum fortreytum.
Innihald
Skeiðið fevnir um barnabókmentir og ástøði um barnabókmentir. Greining og tulking av barnabókmentum og barnabókin í undirvísingini umframt fakdidaktiskar spurningar (endamál fyri lærugreinina, fakdidaktiskar og –metodiskar hugleiðingar, undirvísingarhættir, eftirmetingarhættir). Ein partur (uml. 12 tímar) verður samstarv við fólkaskúlan (starvslæra), har tey lesandi fáa møguleika at royna seg í verki (eygleiðing, undirvísing, samrøður o.a., sum frammanundan er avtalað við lærara og praktiklærara).
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum ymsar undirvísingarhættir: floksundirvísing, verkætlanarstýrt bólkaarbeiði, bólkaframløgur, einstaklingaframløgur o.a.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu ogna sær kunnleika, so tey eru før fyri at • meta um og nýta eldri og nýggjari barna- og ungdómsbókmentir í undirvísingini • greina og tulka barnabókmentir • greiða frá fakdidaktiskum hugleiðingum í sambandi við tilrættislegging av undirvísingartilgongd • leggja til rættis undirvísingartilgongdir við barnabókmentum við atliti at bæði støðisførleikum og ávegismálum ella endamálunum í námsætlanini
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður staðið, um tann lesandi aktivt hevur tikið lut í undirvísingini, latið uppgávur inn og verið til staðar í minsta lagi 80 % av skeiðstíðini, sum er 84 lektiónir. Harafturat skal hin lesandi skriva eitt fakligt essay, ið eisini skal verða staðið. Treytirnar fyri essayið eru lýstar í serstaku uppgávu-lýsingini “Essay-uppgáva í barnabókmentum á dansk-linjuni 2011/2012”. Er metingarúrslitið ikki staðið hjá einum lesandi ella einum bólki, skal uppgávan skrivast av nýggjum. Avtala verður gjørd millum undirvísara og lesandi um nýggjar treytir, herundir evt. nýggjan spurdóm, nýtt tema, innlatingar-freistir og annað í sambandi við nýggju uppgávuna.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Solveig Debess