7322.11 - Mál og samskifti


Skeiðsnummar
7322.11
Heiti
Mál og samskifti
ECTS
15
Fortreytir
Lesandi skal lúka upptøkutreytirnar til læraraútbúgvingina ella hava tilsvarandi útbúgvingarligar ella starvsliga fortreytir.
Endamál
Á skeiðnum skal hin lesandi ognað sær vitan um mál og samskifti, og samstundis menna fakdidaktiskan førleika at tilrættisleggja, inna og eftirmeta undirvísing og læring í fólkaskúlanum innan hetta økið. Til tess at royna ástøðiligu vitanina í praksis, fáa lesandi høvi at gjøgnumføra eina styttri starvslæru.
Innihald
Á skeiðnum verður støði tikið í víðkaða teksthugtakinum, teknástøði, nýggju miðlunum og fakdidaktikk, har m.a. hesi temu verða viðgjørd: • Barnsins menning av málinum • Danskt sum “annað-” ella fremmanda-mál í Føroyum • Tilfar til dansktundirvísing í Føroyum • Byrjanarundirvísingin í donskum í føroyska fólkaskúlanum • Viðgerð av barnatekstum • Tekn- og samskiftisástøði • Víðkaða teksthugtakið - myndir og animatión (herundir egin animatións-framleiðsla) • Mállæra og argumentatión • Skrivaða og talaða málið • Fakdidaktikk
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum ymsar undirvísingarhættir: floksundirvísing, verkætlanarstýrt bólkaarbeiði, bólkaframløgur, einstaklingaframløgur, starvslæru o.a.
Próvtøkuháttur
Skeiðið er staðið, um tann lesandi aktivt hevur tikið lut í undirvísingini, latið uppgávur inn og verið til staðar í minsta lagi 80 % av undirvísingartíðini, og harumframt møtt til allar avtalaðar vegleiðingar og eftirmetingar. Eisini skal hin lesandi hava staðið starvslæruna. Harafturat skal lesandi hava staðið eina verkætlanaruppgávu (sí uppgávulýsingina í serligum skjali), har metingin verður “staðið” ella “ikki staðið”. Ikki staðið: Er metingarúrslitið ”ikki staðið” hjá einum lesandi ella einum bólki, skal uppgávan skrivast av nýggjum. Avtala verður gjørd millum undirvísara og lesandi um nýggjar treytir, herundir evt. nýggjan spurdóm, nýtt tema, innlatingar-freistir og annað í sambandi við nýggju uppgávuna.
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen