7345.12 - Grammatik und Sprache


Skeiðsnummar
7345.12
Heiti
Grammatik und Sprache
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at tann lesandi mennir sína málsligu vitan og málsliga førleika og fær innlit í og lærir seg týska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru og týdningslæru. Í undirvísingini í fólkaskúlanum er tað umráðandi, at dentur verður lagdur á eitt nú venjingar í og at lurta eftir upplestri, samtalu og venjingar í mállæru
Innihald
- Vit fara at arbeiða við ljóðlæru munnliga í sambandi við styttri tekstir úr nýggjari tíð - Tey lesandi fáa innlit í nýggju týsku rættskrivingarreglurnar - Í mállæru verður dentur lagdur á, at tey lesandi nema sær hollan kunnleika til fornøvnini, sagnorða- og lýsingarorðabendingina, fyrisetingar og ymiskar málsligar konstruktiónir. - Tey lesandi verða kunnað um orðagerð og týdningarlæru og fara at gera smáar skrivligar venjingar í hesum disciplinum - Í sambandi við skrivlig avrik, eitt nú umsetingar, verður dentur eisini lagdur á málsliga greining, orðaraðið, og hvussu føllini verða nýtt í ymiskum høpum. - Í høvuðsheitum verður dentur lagdur á týska málið í Týsklandi, men nomið verður eisini við hvussu málið er háttað í Sveis og Eysturríki
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, studentaframløgur, bólkaarbeiði Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
tá skeiðið er lokið, megna tey lesandi at greiða frá og geva dømi um: - Hvussu týska ljóðskipanin er háttað, t.v.s. stavraðið, úttalan av einkultu bókstavunum og bókstavakombinatiónunum og um, hvussu trýst verður lagt á orðini, orðastovnum, nær orð verða stavað við “ss” og nær tey verða stavað við “ß”. Besti mátin at læra næmingarnar í fólkaskúlanum henda partin er at lata teir lurta eftir tekstum á alnótini, ljóðbandi, síggja stuttfilmar og venja upplestur - Nær orð verða skrivað við stórum stavi, og nær tey verða skrivað við lítlum, nær orð verða skrivað saman og nær tey verða skild sundur, stavilsisskifti. Tey lesandi skulu eisini læra nýggju kommareglurnar. Næmingarnir í fólkaskúlanum fáa innlit í hesi viðurskifti ígjøgnum neyvar frágreiðingar og smáar skrivligar venjingar - Hvussu týska mállæran hongur saman, og tey megna eisini at samanbera hana við føroysku mállæruna í sambandi við líkleikar og munir. Í sambandi við henda táttin í undirvísingini er tað gagnligt, at næmingarnir í fólkaskúlanum gera venjingar í kontrastivari mállæru, t.v.s. bæði munnligt og skrivligt - Hvussu týska málið verður tosað serstakliga í Týsklandi, men eisini í Sveis og Eysturríki. Samskiftisvenjingar við støði í styttri skrivaðum tekstum úr lærubókum og av alnótini, myndum og filmi er ein háttur at læra næmingarnar týska málið.
Próvtøkuháttur
Tann lesandi fær eina viku at gera eina munnliga framløgu, har hann skal lýsa eitt evni, sum lærarin og hann semjast um, í ljósinum av tilfari, sum hann sjálvur hevur funnið og tekstum, hann hevur lisið í sambandi við undirvísingina á skeiðinum. Lærarin velur harumframt eitt evni í mállæru við støði í einum kendum teksti, sum próvhoyrt verður í
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Gerda Holm Poulsen