7346.12 - Litteratur und Kultur


Skeiðsnummar
7346.12
Heiti
Litteratur und Kultur
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at tann lesandi mennir sína vitan um týskar bókmentir og kunnleika um týska mentan og fær innlit í ymiskar bókmentir, eitt nú fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og endurminningar. Í undirvísingini í fólkaskúlanum skulu næmingarnir umframt at lesa tekstir úr lærubókum lesa stuttar fagurbókmentaligar tekstir og yrkingar úr nýggjari tíð og læra at samskifta um teir, t.v.s. at orða seg og greiða frá í lættskiltum málbúna.
Innihald
- Dentur verður serstakliga lagdur á at lesa nútíðarbókmentir úr ymsum týskmæltum umveldum - Tann lesandi skal menna førleikan at samskifta munnliga um bókmentir - Tað er av alstórum týdningi, at tey lesandi læra at viðgera ymisk sløg av tekstum, eitt nú stuttsøgur, yrkingar og skaldsøgur - Í sambandi við mentan fara vit m.a. við støði í ymiskum tekstum at kjakast um, í hvønn mun man kann tosa um ein serkendan týskan (eysturrískan/sveisiskan) identitet og mentalitet, og hvørja støðu vit hava til týska flaggið og tjóðsangin. - Tey lesandi fara m.a. at gera skrivlig avrik, sum leggja dent á mentanarlig fyribrigdi - Ætlanin er eisini, at vit skulu arbeiða við einum filmshandriti og filmi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, skrivlig avrik, studentaframløgur, bólkaarbeiðið Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
tá skeiðið er lokið, megnar tann lesandi: - At greiða frá um ymisk tekstasløg og á flótandi og fjøltáttaðum týskum máli at fara í dýptina við einum nútíðarteksti, sum verður settur inn í eitt mentunarligt høpi. Umframt at næmingarnir í fólkaskúlanum skulu læra at samskifta um ymisk tekstasløg í sambandi við bókmentir og mentan, er tað eisini umráðandi at lærarin á sera løttum týskum máli greiðir frá um mentanarlig viðurskifti - At viðgera tekstir skrivliga um rímiliga torfør evni innan bókmentir og mentan á flótandi týskum. - At greiða frá um mentunarlig viðurskifti í Týsklandi, Eysturríki og Sveis úr søguligum og nútíðar sjónarhorni. Í sambandi við at viðgera tekstir skrivliga og munnliga at greiða frá um mentanarlig viðurskifti er tað gagnligt, at næmingarnir í fólkaskúlanum á alnótini og í sambandi við eitt nú styttri filmar og sjónvarpssendingar verða kunnað um týsk mentanarlig viðurskifti
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig og fevnir um: • Upplestur av broti úr einum felags lisnum teksti. Tekstfatanin verður lýst við nágreiniligari samrøðu og upplestri • Samrøða við støði í einum ókendum teksti við atliti at innihaldsligari og málsligari fatan
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Gerda Holm Poulsen