7351.12 - Føroyskur skaldskapur


Skeiðsnummar
7351.12
Heiti
Føroyskur skaldskapur
ECTS
15
Fortreytir
Fyrsta og annað árið á læraraútbúgvingini staðið
Endamál
Málið við skeiðinum er at viðgera alt tíðarskeiðið frá tjóðskaparromantikki í 1880 árunum til okkara dagar. • At tey lesandi ogna sær bókmentasøguligt innlit og førleika at lesa og tulka tekstir frá ymsum skeiðum. • At tey lesandi ogna sær vitan um rákini í føroyskum skaldskapi farnu øldina og verða tilvitað um rák og broytingar í skaldskaparlist farnu øldina. • At tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera didaktiskar spurningar í sambandi við bókmentaligar tekstir. • At geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er ein breiður sveipur gjøgnum føroyskan skaldskap frá tjóðskaparromantiska tíðarskeiðinum og fram til okkara dagar. Tekstir, ið umboða ymisk bókmentalig rák til ymsar tíðir, verða lisnir og settir í bókmentasøguligan samanhang. Tilfarið skal geva tí lesandi eitt samanhangandi bókmentasøguligt yvirlit yvir føroyskar bókmentir. Í undirvísingini verður dentur lagdur á greining og tulking. Skeiðið miðar ímóti at geva teimum lesandi førleika at seta bæði yrkingar og prosatekstir saman til undirvísingartilfar á ymsum stigum í fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi fara at arbeiða við: • At neyvlesa og greina tekstir. • Viðgera didaktiskar spurningar og meta, hvussu undirvíst kann verða í yrkingum? Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, ymsar framløgur, sum einstaklingar standa fyri, bólkaarbeiði og skrivlig verkevni. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vísa: • at hann hevur ognað sær innlit og førleika at lesa tekst í bókmentasøguligum samanhangi. • at hann hevur ognað sær førleika at greina og tulka skaldskaparligar tekstir í bundnum og óbundnum máli Við hesari vitan skal tann lesandi • vísa at hon/hann hevur grundleggjandi innlit í bókmentalig háttaløg • vísa at hon/ hann dugir at skilmarka og nýta viðkomandi greiningarhugtøk • vera før/ur fyri at umrøða bókmentaligar spurningar við hóskandi hugtøkum á málvísindaligum grundarlag
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum verkevni, sum kann verða skrivað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali. Hugt verður at: • Hvussu hegnisliga tann lesandi megnar at skipa uppgávuna. • Hvussu væl tann lesandi dugir at hugsa didaktiskt í sambandi við skaldskaparligar tekstir • At tann lesandi orðar seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt. • At tann lesandi nýtir vísindaligar keldur og dugir at brúka APA-tilvísingarskipanina.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen