7352.12 - Almenn mállæra


Skeiðsnummar
7352.12
Heiti
Almenn mállæra
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Skeiðið hevur tvey mál: 1 - at geva teimum lesandi fatan av bygnaðinum í føroyskum orðalagi, og hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvørt eftir øðrum. At geva teimum lesandi amboðini at greina setningar. 2- at taka aftur í aftur og dýpa fleiri av evnunum, nomið varð við í grundskeiðinum. Umframt rættskriving og málbót so sum ynskishátt og boðshátt, ávirkandi og óávirkandi sagnorð, avljóð, umljóð, umkast, ljóðlíking, ljóðfrálíking, skerping, lýsingarorðabending og óregluliga navnorðabending
Innihald
Skeiðið er um tað, ið eyðkennir føroyskt orðalag, hvussu setningar eru skipaðir og hvussu setningsliðirnir eru sínámillum skipaðir. Bendingarlæra og rættskrivingingarreglur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum lærarastýrd undirvísing við venjingum. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið almenna mállæru sum part av B.Ed-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í høvuðstættir í føroyskari mállæru og málgreiningarháttaløg . Við hesari vitan skal tann lesandi vísa, • at hon/ hann hevur grundleggjandi innlit í orðalagslæru • at hon/hann dugir at skilmarka og nýta viðkomandi greiningarhugtøk • er før/ur fyri at umrøða málsligar spurningar við hóskandi hugtøkum á málvísindaligum grundarlag
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við munnligari próvtøku fyrst í desember Uppgávan er í trimum pørtum. 1- setningagreining 2- eitt mállæruevni 3- ein tekstur at bøta Fyrireikingartíð er 45 minuttir. Hjálparamboð – orðabøkur og mállærur
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen