7355.12 - Skaldskapur av mannamunni


Skeiðsnummar
7355.12
Heiti
Skaldskapur av mannamunni
ECTS
6
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi skal hava staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Tey lesandi skulu kunna seg við tey skaldskaparsløg, sum við felagsheiti verða rópt Skaldskapur av mannamunni: Sagnir, ævintýr, skjaldur, kvæði, tættir, orðtøk og gátur. Tey skulu gerast kunnug við eyðkenni fyri hvørt skaldskaparslag sær og fáa innlit í søguna hjá hesum skaldskaparsløgum altjóðaliga, og tá ið um føroysk viðurskifti ræður. Umframt skulu tey kunna seg við hugtakið Siðmentan. Tey skulu læra um frásøgukynstur, dans og dansispøl, og tey skulu sjálv royna frásøgu, dans og dansispøl í verki Skeiðið miðar ímóti, at tey lesandi ogna sær førleikar at viðgera frálæruligar (didaktiskar) spurningar í sambandi við munnbornar tekstir og at geva teimum lesandi førleika at seta undirvísingartilfar saman til ymisk stig í fólkaskúlanum
Innihald
Roynt verður at finna fram til tær ymsu skilmarkingarnar av skaldskaparsløgunum innan hesa høvuðsgrein, og roynt verður at gera eitt yvirlit, so læraralesandi fáa innlit í, hvat ið er at finna av tilfari innan hvørt skaldskaparslagið, og hvar ið tað er at finna á prenti. Nomið verður við eyðkenni, hvørt einstakt skaldskaparslag hevur, og støðu tess í almenninum í skiftandi tíðum. Somuleiðis verður nortið við frásøgnina, bæði tá ið sagt verður frá sagnum og ævintýrum, og tá ið skjaldur, kvæði og tættir verða framførd. Lært verður at greina kvæði, sagnir og ævintýr. Ein partur av skeiðinum er starvslærukendur, við tað at arbeitt verður við hesum skaldskaparsløgum saman við børnum um 7-8 ára aldur.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar hvør einsæris og í bólkum. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið Skaldskap av mannamunni sum part av B.Ed-prógvi, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í spurningar, ið víkja at munnbornum skaldskapi. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at greina tekstir, ið flokkast kunnu undir Skaldskap av mannamunni duga at leggja fram og viðgera frálærufrøðiligar (didaktiskar) spurningar duga at meta um, hvussu undirvíst kann verða í skaldskapi av mannamunni í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við einum verkevni, sum kann verða fyrireikað einsæris ella í bólkum. Uppgávukrøv eru lýst í serstøkum uppgávuskjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Enna Garðshorn Mikkelsen