7373.12 - Búskapur og vælferð


Skeiðsnummar
7373.12
Heiti
Búskapur og vælferð
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini.
Endamál
Skeiðið er primert ætlað sum grundstøði undir undirvísing í fólkaskúlalærugreinini “Søga og samtíð”. Umframt hetta gevur skeiðið ávíst innlit í lærugreinirnar fiskivinnu, landbúnað og geografi. Partvíst skulu studentarnir røkka bachelor-støði, og til tess krevst stórt lesiarbeiði av bæði teoretiskum og empiriskum slagi, ið skal geva studentunum eina sterka fakliga barlast og samleika, soleiðis at teir gerast førir fyri at miða seg í tí støðugt broytiliga samfelagsfrøðiliga heiminum. Men hendan teoretiska og empiriska vitanin skal eisini didaktiserast, soleiðis at hon kann nýtast í eftirfylgjandi starvsvenjing og seinni í arbeiðslívinum.
Innihald
Skeiðið er bygt upp av fýra partskeiðum, ið øll liggja innanfyri búskap og vælferð: Búskapargeografi Tilfeingis- og framleiðsluvinnur við serligum denti á landbúnað og fiskivinnu. Demografi Menning og fólkatal, føroysk demografi og fólkaflyting. Tjóðarbúskapur Grundleggjandi tjóðarbúskapur, føroyski tjóðarbúskapurin, føroysk búskaparmenning. Vælferð Vælferð, arbeiðsmarknaður og útbúgving, arbeiði og vælferð í útnorðri. Skeiðið er í høvuðsheitum yvirskipað teoretiskt, men arbeitt verður eisini empiriskt og didaktiskt við føroyskum tilfari av bæði kvalitativum og kvantitativum slagi. Neyvari innihaldið verður tilskilað í sjálvum skeiðsyvirlitinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er í høvuðsheitum skipað sum teoriundirvísing, har fyrilestrar og kjak verða um ymisku evnini, ið eru á dagsskrá. Her er serliga talan um torført teoretiskt tilfar, ið tryggjar fakliga støðið á skeiðinum. Men eisini verður arbeitt við føroyskum tilfari, har fyrilestrarnir verða styttri og kjakið meiri didaktiskt orienterað, soleiðis at studentarnir venja seg við at síggja undirvísingarmøguleikar í tí tilfari, ið finst um føroysk viðurskifti. Somuleiðis fáa teir eina fatan av, hvat finst av føroyskum tilfari. Eisini verður arbeitt didaktiskt við smærri tilfari, ið verður funnið til høvið. Hetta síðsta kann skipast sum einstaklingaarbeiði, pararbeiði ella bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi - kunna meta um støðu Føroya sum partur av altjóða samfelagsgongdini. - kunna greiða frá ymiskum háttum at skipa eitt samfelag og grundgeva við staðbundnum, tjóðarligum, norðurlendskum og alheimsligum dømum, har teir vísa á og umrøða samspælið millum framleiðslu, nýtslu og tilfeingi í ymiskum søguligum tíðarskeiðum. Omanfyrinevnda er kunnleikavenda málið við skeiðnum, men umframt hetta skulu tey lesandi eisini megna ymiskar samfelagsdidaktiskar førleikar. Tey lesandi skulu: - kunna samanbera føroyska samfelagsmenning í mun til ta í øðrum londum. - duga at leita sær upplýsingar av ymiskum slagi, góðskumeta tær og nýta tær didaktiskt. - fáa mennandi kjak í lag við næmingar. - kunna arbeiða eksemplariskt við málum, ið eru uppi í tíðini. - vera før fyri at seta vitan í eitt størri mentanarligt og hugsjónarligt perspektiv. - vera før fyri at seta vitan inn í ein størri søguligan samanhang. - vera før fyri at seta vitan inn í ein umhvørvisligan samanhang. - hava fingið eina holla fatan av, at búskapur og vælferð eru í støðugari broyting mótvegis einari øðrvísi framtíðarstøðu - skilja hvussu vitan um búskap og vælferð eru neyðug fyri at vera fullbúnir borgarar í einum framkomnum samfelagi. Hesar seinnu læruúrtøkurnar verða ikki beinleiðis endurspeglaðar í pensum, men eru ein partur av didaktiska kjakinum í sjálvari undirvísingini.
Próvtøkuháttur
Síðstu vikuna í skeiðnum verður latin inn ein synopsa, har studentarnir hava høvi at søkja vegleiðing. Uppgávuorðingar verða lýstar í øðrum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sámal Matras Kristiansen