7374.12 - Starvslæra í samfelagsfrøði


Skeiðsnummar
7374.12
Heiti
Starvslæra í samfelagsfrøði
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini og fyrstu trý skeiðini í linjugreinini
Endamál
Skeiðið tekur støði í teimum trimum fakligu grundskeiðnum á linjugreinini, har tað eisini hevur verið arbeitt miðvíst didaktiskt. Í starvslæruni skal alt hetta fakliga og didaktiska arbeiðið útinnast í verki.
Innihald
Skeiðið er bygt upp av tveimum partskeiðum, hvørt fýra vikur langt: Fyrireiking og starvslæra Her verða undirvísingargongdir fyrireikaðar og praktiseraðar. Frammanundan skeiðinum eru avtalur gjørdar um starvslæru, sum í nøktandi mun liggur innanfyri viðkomandi fakøki. Hesi fakøki eru definerað sum innhaldið í skeiðunum Politikkur og fyrisiting, Samfelag og Sosialisering og Búskapur og Vælferð. Eftirmeting av starvslæru Eftir starvslæruna verður ein starvslærurapport skrivað. Próvtøkan tekur støði í hesi rapport.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað sum samspæl millum lesandi, linjugreinalærara og starvslærarar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava: - Lært samfelagsdidaktikk í verki - Lært at fyrireika undirvísing - Lært at snúgva seg í teimum skipanum, ið skúlarnir byggja á - Lært at samstarva við starvsfelagar og onnur viðkomandi - Lært at fyrihalda seg til tilfar, ið kann nýtast í undirvísingini - Lært at handfara veruligar undirvísingarstøður - Lært at knýta bond bæði til flokkin og einstaka næmingin - Lært at meta um fortreytirnar hjá teimum næmingum, ið hann varar av - Lært at skjalfesta undirvísing - Lært at eftirmeta egna undirvísing - Lært at seta egna undirvísing í eitt didaktiskt høpi
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu lata inn eina starvslærurrapport, ið er grundarlagið undir próvdømingini. Krøv til starvslærurapportina verða lýst í øðrum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sámal Matras Kristiansen