7382.12 - Kristni og átrúnaður í innskúlingini


Skeiðsnummar
7382.12
Heiti
Kristni og átrúnaður í innskúlingini
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi hevur staðið 1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini Lesandi, sum ikki hava tikið 7381.12 (Kristni I), mugu sjálvi seta seg inn í ávís viðurskifti, sum eru partur av hesum skeiði, sosumnámsætlan og grundleggjandi religiónsdidaktisk og fakligviðurskifti
Endamál
Endamálið við hesum skeiðið er at brynja tey lesandi til at undirvísa í øllum kjarnuøkjunum í kristni og átrúnaði í innskúlingini.
Innihald
• Hvat sigur námsætlaninin um, hvat føroyskir næmingar skulu læra í grunddeildini í lærugreinini “kristnikunnleiki og átrúnaður”? • Undirvísingartilfar til kristni og átrúnað í innskúlingini • Næmingar og lærari í kristnitímanum í innskúlingini • Í samráð við undirvísaran velja tey lesandi at hugsavna seg um ávís viðurskifti og spurningar í øllum 5 kjarnuøkjum í kristni og átrúnaði, ið eru viðkomandi í undirvísingini (Hvørji evni tey lesandiskulu hava sett seg inn í, viðgera, meta um og brúka í undirvísing fólkaskúlans,tá linjan er lokin, eru lýst í serstøkum skjali). Kjarnuøkini eru: 1) Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði; 2) Týðandi bíbliutekstir og frásagnir; 3) Høvuðstættir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi; 4) Kirkjusøga; og 5) Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir. Viðgerðin av hesum evnum skal fevna um faklig og didaktisk viðurskifti. Umframt evnini, ið tey lesandi velja, skulu eisini hesi evni viðgerast: o Bíbliusøgur, serliga søgur úr lívi Jesusar o staðbundin trúarsøga • Í samráð við undirvísaran og við atlit at støðisførleikunum, sum námsætlanin setur út í kortið, velja tey lesandi at hugsavna seg um í minsta lagi tvey religiónsdidaktisk ástøði, ið eru viðkomandi fyri tey undirvísingarevnini, tey hava valt at hugsavna seg um. Annað av hesum ástøðum skal vera eitt narrativt ástøði. Starvsvenjing: 6 x 2 tímar (3 x 2 tímar eygleiðing, 3 x 2 tímar smáar undirvísingargongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, flokssamrøður, fyrilestrar, smærri granskingaruppgávur, starvsvenjing. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - viðgera, meta um og brúka námsætlanina í undirvísingini í innskúlingini, har atlit verður tikið til kjarnuøkini og støðisførleikarnar - leita eftir fakligum, ástøðiligum og undirvísingar tilfari um úrvald evni í undirvísingini í innskúlingini - greiða frá grundleggjandi fakligu og ástøðiligu viðurskiftunum handan úrvaldu undirvísingarevnini - velja ymisk religióndidaktisk ástøði, ið hóska til valdu evnini - viðgera hvat slag av vitan og hvørjar avmarkingar ymisk ástøði og arbeiðshættir hava, bæði faklig og didaktisk - samanbera og kritiskt viðgera ymisk ástøði, bæði faklig og didaktisk - leggja til rættir undirvísingargongdir til innskúlingina, ið taka atlit til faklig og didaktisk viðurskifti - fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta smáar undirvísingartilgongdir í kristni og átrúnaði í innskúlingini - vísa hvørji atlit ein lærari eigur at taka í kristnitímanum í innskúlingini,bæði við atlitið at næmingunum og sær sjálvum - skriva eina sjálvstøðuga akademiska uppgávu, antin eina spurdómsstýrda uppgávu (3. árs lesandi) ella eina synopsu (4. árs lesandi)—stakgreinalesandi, ið ikki taka eina útbúgving á NÁD, kunnu velja annan av hesum leistum
Próvtøkuháttur
Próvmetingin í skeiðinum er bygd á starvsvenjingar og eina skrivliga uppgávu • Starvsvenjingar: Tey lesandi fara í starsvenjing í 12 tímar tilsamans. Tey fara fyrst at eygleiða ein lærara 3 ferðir (2 tímar hvørja ferð) og fara síðani at royna 3 ymsar smáar undirvísingargongdir (2 tímar hvørja ferð). Starvsvenjingin verður lýst nærri í skeiðinum. Um stakgreinalesandi hevur drúgvar royndir sum lærari í fólkaskúlanum, kann hon/ hann, í samráð við undirvísaran, velja at skipa sína starvsvenjing øðrvísi • Uppgáva: Endamálið við uppgávuni í hesum skeiðinum er tvíbýtt: í fyrsta lagi skulu lesandi brynja seg til at granska og skriva eina akademiska uppgávu um viðurskifti, ið gera seg galdandi í undirvísingini í kristni; í øðrum lagi skulu teyt fyrireika seg til høvuðsuppgávuna, ið verður skrivað antin við endan av 3. ella 4. lestrarári. Uppgávan skal skrivast einsæris o 3. árs lesandi skulu skriva eina spurdómsstýrda uppgávu á 10-15 síður o 4. árs lesandi skulu skriva eina synopsu á 6-8 síður, ið skal leggjast fram í eini munnligari framløgu Uppgávurnar vera nærri lýstar í skeiðinum.Um lesandi ikki stendur uppgávuna, skal hon/ hann broyta og betra um uppgávuna. Um lesandi ikki stendur aðrar partar av skeiðinum, skal hon/ hann gera eina hóskandi avloysingaruppgávu
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen