7383.12 - Kristni og átrúnaður í miðdeildini


Skeiðsnummar
7383.12
Heiti
Kristni og átrúnaður í miðdeildini
ECTS
9
Fortreytir
Lesandi, sum ikki hava tikið 7381.12, mugu sjálv seta seg inn í ávís viðurskifti, sum eru partur av hesum skeiði, so sum námsætlan og grundleggjandi religiónsdidaktisk og faklig viðurskifti.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at brynja tey lesandi til at undirvísa í kristni og átrúnaði í miðdeildini.
Innihald
• Hvat sigur námsætlanin um, hvat føroyskir næmingar skulu læra í miðdeildini í lærugreinini “kristnikunnleiki og átrúnaður”? • Undirvísingartilfar, ið verður nýtt í kristni og átrúnaði í miðdeildini • Buddisma - við serligum atliti at høgtíðina Vesak • Úrvaldar høgtíðir í øðrum átrúnaðum • Høvuðstættir í kirkjusøgu • Átrúnaðarligir bólkar í nærumhvørvinum Í samráð við undirvísaran - og við atliti at støðisførleikunum - fyrireika tey lesandi eina undirvísingargongd í antin kirkjusøgu ella í einum øðrum heimsátrúnaði enn tí kristna. Í sínari fyrireiking skal hin lesandi nýta ein úrvaldan religiónsdidaktikk.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, flokssamrøður, fyrilestrar, smærri granskingaruppgávur og framløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - viðgera, meta um og nýta námsætlanina í undirvísingini í miðdeildini, sum viðvíkur kjarnuøkjunum og støðisførleikunum - greiða frá grundleggjandi tættum í Buddismu - greina útvaldar høgtíðir í ymsum átrúnaðum og seta tær inn í eitt átrúnarligt høpi - greiða frá høvuðsgongdini í serliga vestur-evropeiskari kirkjusøgu - lýsa sereyðkennini ímillum nakrar høvuðsgreinar í vestur-evropeiskum kristindómi - vísa á ymsu átrúnarligu bólkarnar í teirra nærumhvørvi og greiða frá teirra søgu, teirra sereyðkennum og støðu í nærsamfelagnum - leita eftir fakligum, ástøðiligum tekstum og undirvísingartilfari um eitt úrvalt evni í undirvísingini í miðdeildini - greiða frá grundleggjandi fakligu og ástøðiligu viðurskiftunum handan úrvalda undirvísingarevnið - velja religiónsdidaktisk ástøði, ið hóska til valda evnið leggja til rættis eina undirvísingargongd til miðdeildina, ið fevnir um bæði faklig og didaktisk viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa upp til próvtøku, skal hin lesandi hava verið virkin í skeiðnum. Próvmetingin í skeiðnum er bygd á eina framløgu og eina grundaða undirvísingargongd • Virkin luttøka: Í skeiðnum vera ymsar smærri uppgávur, sum t.d. kjak og framløgur um námsætlanina í miðdeildini. Fyri at sleppa til próvtøku, skulu lesandi vera virkin í øllum tílíkum uppgávum. • Framløga: o Tey lesandi skulu einsæris fyrireika eina undirvísingargongd í einum av evnunum, ið verða viðgjørd á skeiðnum, eftir einum ávísum religióndidaktiskum leisti. Lesandi velja sítt evni og ein didaktiskan leist í samráð við undirvísaran. o Próvtøkan verður síðsta undirvísingardag, hósdagin 7. feb. Próvtøkan er samansett av eini framløgu (15-20 min.) og kjaki (20 min.) Í framløguni skal hin lesandi greiða frá sínari undirvíngargongd og grundgeva fakliga og didaktiskt fyri, hví undirvísingargongdin er skipað, sum hon er. Áðrenn próvtøkuna skal hin lesandi lata sína undirvísingarætlan inn. Undirvísingarætlanin skal ikki einans lýsa undirvísingina sjálva men eisini greiða frá, hví hon er skipað sum hon er.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin til skeiðið verður nærri lýstur í skeiðinum
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen