7384.12 - Kristni og átrúnaður í framhaldsdeildini


Skeiðsnummar
7384.12
Heiti
Kristni og átrúnaður í framhaldsdeildini
ECTS
10,5
Fortreytir
Lesandi, sum ikki hava tikið 7381.12, mugu sjálv seta seg inn í ávís viðurskifti, sum eru partur av hesum skeiði, so sum námsætlan og grundleggjandi religiónsdidaktisk og faklig viðurskifti
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at brynja tey lesandi til at undirvísa í kristni og átrúnaði í framhaldsdeildini við at seta seg inn í úrvalt (eksemplarisk) kjarnuøki í námsætlanini fyri kristni og átrúnað.
Innihald
• Hvat sigur námsætlanin um, hvat føroyskir næmingar skulu læra í framhaldsdeildini í lærugreinini “kristnikunnleiki og átrúnaður”? • Undirvísingartilfar, ið verður nýtt í kristni og átrúnaði í framhaldsdeildini • Kjarnuøki “Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði” • Úrvald evni, ið tey lesandi hava valt at hugsavna seg um í samráð við undirvísaran • Vigotskij og undirvísingin í kristni og átrúnaði í framhaldsdeildini • Evnisvika við heitinum “lívsspurningar” við næmingum í 9. flokki • Ráðstevna: Vygotskij og læring
Læru- og undirvísingarhættir
M.a. bólkaarbeiði, flokssamrøður, fyrilestrar og verkætlan við starvsvenjing.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - viðgera, meta um og nýta námsætlanina í undirvísingini í framhaldsdeildini, sum viðvíkur kjarnuøkjunum og støðisførleikunum - leita eftir og meta um undirvísingartilfar, ið hóskar undirvísingini í framhaldsdeildini - viðgera og meta um úrvald evni í kjarnuøkinum “Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði” - at umseta faklig evni og tilfar í kjarnuøkinum “Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði” til undirvísing í framhaldsdeildini - at lýsa og meta um læringsástøði hjá Lev Vigotskij - at menna undirvísingargongdir í kristni fyri 9. floks næmingar í ljósinum av læringsástøðinum hjá Lev Vigotskij - at fyrireika, fremja og eftirmeta eina evnisviku, ið telur 12-16 undirvísingartímar, fyri 9. floks næmingar
Próvtøkuháttur
Fyri at sleppa upp til próvtøku, skal hin lesandi hava verið virkin í skeiðnum. Próvmetingin í skeiðnum er bygd á virkna luttøku í øllum liðum í at fyrireika, fremja og eftirmeta eina evnisviku á 12 – 16 undirvísingartímar. Evnisvikan, ið brúkar læringsástøði hjá Lev Vigotskij, er ætlað 9. floks næmingum og skal snúgva seg um evni í kjarnuøkinum “Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði.” Evnisvikan, at fyrireika, fremja og eftirmeta hana, er miðdepulin í hesum skeiðinum. Tí skulu tey lesandi vera virkin í øllum liðum í hesi verkætlan: - Fyrireiking: Tey lesandi skulu mynda vikuna í felag og luta uppgávurnar ímillum sín. Tað verður tí kravt av tí einstaka lesandi, at hon ella hann leggur seg eftir at 1) samstarva við sínum samlesandi at finna viðkomandi evnir og spennandi undirvísingargongdir; og 2) taka sjálvstøðu ábyrgd og seta tað settu tíðina av til at gjøgnumføra sínar uppgávur á ein dygdargóðan hátt. - Evnisvikan: Tey lesandi hava ábyrgd av øllum liðum í at fremja evnisvikuna í verki. Uppgávurnar skulu tey luta soleiðis ímillum sín, at atlit verður tikið til 1) ynskini hjá tí einstaka lesandi, 2) eina javnbjóðis lutan av uppgávum, og 3) at øll hava ein virknan leiklut í undirvísingini. - Eftirmeting: Síðstu vikuna í skeiðinum skulu tey lesandi gera eina framløgu, har tey eftirmeta evnisvikuna, har tey viðgera í hvønn mun endamálini við undirvísingargongdini vóru rokkin, á hvønn hátt tey kundu meta um hvat næmingarnir høvdu fingið burtur úr vikuni, hvussu læringsástøði hjá Vigotskij hepnaðist í verki, hvat riggaði væl og hvat minni væl, o.s.fr. Um ein lesandi ikki stendur skeiðið, skal hon ella hann skriva eina avloysingaruppgávu. Hetta verður ein spurdómsstýrd uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin til skeiðið verður nærri lýstur í skeiðinum
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen