7401.12 - Byrjanarundirvísing/ tøl og bókstavarokning (algebra)


Skeiðsnummar
7401.12
Heiti
Byrjanarundirvísing/ tøl og bókstavarokning (algebra)
ECTS
12
Fortreytir
Fortreytin at sleppa á skeiðið er,at tann lesandi hevur lokið tvey ára lestur á útbúgvingini
Endamál
Endamálið við undirvísingini er - at geva tí lesandi høvi at ogna sær førleika at taka á seg at arbeiða við lærugreinini í fólkaskúlanum og á undirvísingarstigum, ið líkjast honum, - at geva tí lesandi eitt støði, so hann kann lesa hægri lestur á undirvísingarøkinum, - at geva tí lesandi møguleika at ogna sær yvirlit yvir lærugreinina rokning/støddfrøði í byrjanarundirvísingini og yvir, hvussu talhugtakið er ment. Miðað verður ímóti, at tann lesandi kunnar seg við skiftandi arbeiðshættir lærugreinini viðvíkjandi – bæði her á námsvísindadeildini og á ymsu skúlastigunum. Í høvuðsheitum viðger skeiðið fyrstu árini í fólkaskúlanum.
Innihald
Grundarlagið undir lærugreinini: lesiætlanir og undirvísingarmiðlar, og hvussu talhugtakið er ment. Skipað verður fyri starvsvenjing, har staklutir verða royndir úr tí partinum, sum snýr seg um, hvussu talhugtakið er ment.
Læru- og undirvísingarhættir
Eftir tørvi velja lærari og lesandi bókmentir og undirvísingarhættir.
Læruúrtøka
Tá ið lestrarskeiðið er av, skal tann lesandi 1) duga at greiða frá støddfrøðifakliga grundarlagnum undir undirvísing fólkaskúlans á hesum øki. 2) vera førur fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina grundaða undirvísing á nevnda lærugreinarøki.
Próvtøkuháttur
Viðvíkjandi 1) eftirmett verður so við og við, sum skeiðið líður, gáað verður um, í hvønn mun tann lesandi er virkin, og hvussu hann vísir seg at skilja nevndu økini. Viðvíkjandi 2) eftirmett verður út frá avrikum í starvsvenjingini í fólkaskúlanum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingar og lærari seta saman lestrarlista eftir tørvi.
Ábyrgd
Kurt Madsen