7404.12 - “Súmbolríkmál”: Frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga


Skeiðsnummar
7404.12
Heiti
“Súmbolríkmál”: Frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga
ECTS
9
Endamál
Endamálið við undirvísingini er - at geva lesandi møguleika at ogna sær førleika at taka á seg at arbeiða við lærugreinini í fólkaskúlanum og á undirvísingarstigum, ið líkjast honum - at skapa eitt støði, so at tann kann lesa hægri lestur á undirvísingarøkinum - at geva lesandi høvi at seta seg inn í * støddfrøðiliga grundarlagið undir og * didaktiskuspurningarnar kring tilgongdina frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga við serligum denti á variabulhugtakið - at geva tí lesandi møguleika at ogna sær yvirlit yvir lærugreinina rokning/støddfrøði og tær drúgvu menningartilgongdirnar í hesum sambandi Miðað verður ímóti, at tann lesandi kunnar seg viðskiftandiarbeiðshættirlærugreinini viðvíkjandi – bæði her á námsvísindadeildini og á ymsu skúlastigunum. Skeiðið horvir móti støddfrøðiundirvísing í fólkaskúlanum
Innihald
logikkur, mongdarlæra og algebra
Læru- og undirvísingarhættir
Lærari og lesandi velja bókmentir og undirvísingarhættir eftir tørvi
Læruúrtøka
Tá ið lestrarskeiðið er av, skal tann lesandi 1) vera førur fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmetaeina grundaða undirvísing á nevnda lærugreinarøki 2) duga at greiða frástøddfrøðifakliga grundarlagnum undir undirvísing fólkaskúlans á hesum øki.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligu fakdidaktisku uppgávuni
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan