7405.12 - “Annað enn bókin”, geometri


Skeiðsnummar
7405.12
Heiti
“Annað enn bókin”, geometri
ECTS
13,5
Fortreytir
Fortreytin at sleppa á skeiðið er,at tann lesandi hevur lokið tvey ára lestur á útbúgvingini.
Endamál
Endamálið við undirvísingini er - at geva tí lesandi høvi at ogna sær førleika at taka á seg at arbeiða við lærugreinini í fólkaskúlanum og á undirvísingarstigum, ið líkjast honum, - at geva tí lesandi eitt støði, so hann kann lesa hægri lestur á undirvísingarøkinum, - at geva tí lesandi høvi at seta seg inn í * støddfrøðiliga grundarlagið undir geometriini og * frálæruligar (didaktiskar) spurningar viðvíkjandi geometri - at geva tí lesandi møguleika at ogna sær yvirlit yvir lærugreinina rokning/støddfrøði í miðdeild og yvir geometri-innihaldið í fólkaskúlanum Miðað verður ímóti, at tann lesandi kunnar seg við skiftandi arbeiðshættir lærugreinini viðvíkjandi – bæði her á námsvísindadeildini og á ymsu skúlastigunum. Í høvuðsheitum viðger skeiðið miðdeild fólkaskúlans.
Innihald
Geometri í einum vavi, sum gott og væl fevnir um geometri-innihaldið í fólkaskúlanum, frá ítøkiligum geometri_virksemi til relatiónsformlar í vinklafrøði (trigonometri). Roknað upp í skeiðið er ein verkætlan saman við útlendskum skúlum og lærustovnum, har dentur verður lagdur á virksemi, sum ikki er bókligt.
Læru- og undirvísingarhættir
Eftir tørvi velja lærari og lesandi bókmentir og undirvísingarhættir. Arbeitt verður verkætlanarlíkt við skipanarformum av undirvísing, sum ikki er vanabundin. Bókin er ikki høvuðsliður. T.d. verða verkstaðaskipað undirvísing og søgutráður (storyline) nýtt.
Læruúrtøka
Tá ið lestrarskeiðið er av, skal tann lesandi 1) vera førur fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina grundaða undirvísing á nevnda lærugreinarøki og teir skipanarformar, sum kannaðir eru á skeiðinum, 2) duga at greiða frá støddfrøðifakliga grundarlagnum undir undirvísing fólkaskúlans á hesum øki.
Próvtøkuháttur
Viðvíkjandi 2) eftirmett verður í tveimum verkætlanargongdum og altjóða samstarvinum. Viðvíkjandi 1) eftirmett verður so við og við, sum skeiðið líður, gáað verður um, í hvønn mun tann lesandi er virkin, og hvussu hann vísir seg at skilja nevndu økini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingar og lærari seta saman lestrarlista eftir tørvi.
Ábyrgd
Kurt Madsen