7407.12 - Líkindi og hagfrøði. Einfeldi og sjálvvirkan.


Skeiðsnummar
7407.12
Heiti
Líkindi og hagfrøði. Einfeldi og sjálvvirkan.
ECTS
10,5
Fortreytir
Fortreytin at sleppa á skeiðið er,at tann lesandi hevur lokið tvey ára lestur á útbúgvingini
Endamál
Endamálið við undirvísingini er - at geva tí lesandi høvi at ogna sær førleika at taka á seg at arbeiða við lærugreinini í fólkaskúlanum og á undirvísingarstigum, ið líkjast honum, - at geva tí lesandi eitt støði, so hann kann lesa hægri lestur á undirvísingarøkinum, - at geva teimum lesandi høvi at seta seg inn í * støddfrøðiliga grundarlagið undir og * viðgerð av nøgdarligum kanningum serliga á skúlaøkinum, og - at geva tí lesandi møguleika at ogna sær yvirlit yvir lærugreinina rokning/støddfrøði í framhaldsdeild Miðað verður ímóti, at tann lesandi kunnar seg við skiftandi arbeiðshættir lærugreinini viðvíkjandi – bæði her á námsvísindadeildini og á ymsu skúlastigunum. Í høvuðsheitum viðger skeiðið framhaldsdeild fólkaskúlans.
Innihald
- At arbeiða við hagtølum, hagfrøði & líkindarokning og algoritmum í fólkaskúlanum frá byrjanarundirvísing til 10. flokk. - at arbeiða við nøgdarligum kanningum í námsfrøðiligum høpum, so sum at leggja kanningar til rættis, at evna til spurnarbløð, at brúka teldutøknilig hjálparráð, at velja og rokna út lýsingartøl (deskriptorar), at velja og seta upp grafikk og einfaldar royndir, teirra millum hagfrøðihugtakið gildi (signifikans)
Læru- og undirvísingarhættir
Eftir tørvi velja lærari og lesandi bókmentir og undirvísingarhættir
Læruúrtøka
Tá ið lestrarskeiðið er av, skal tann lesandi 1) vera førur fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina grundaða undirvísing á nevnda lærugreinarøki 2) duga at greiða frá støddfrøðifakliga grundarlagnum undir undirvísing fólkaskúlans á hesum øki. 3) vera førur fyri at leggja til rættis, fremja og eftirmeta eina nøgdarliga kanning á námsfrøðiliga økinum.
Próvtøkuháttur
Viðvíkjandi 1) og 2) eftirmett verður so við og við, sum skeiðið líður, gáað verður um, í hvønn mun tann lesandi er virkin, og hvussu hann vísir seg at skilja nevndu økini Viðvíkjandi 3) eftirmett verður á tann hátt, at tann lesandi leggur fram eina námsfrøðiliga kanning, sum lærarin hevur góðtikið. Kanningin skal skjalfestast og verður løgd fram fyri lærara og hini lesandi (hvør lærir av øðrum).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Næmingar og lærari seta saman lestrarlista eftir tørvi.
Ábyrgd
Kurt Madsen