7422.11 - Kyknan


Skeiðsnummar
7422.11
Heiti
Kyknan
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er: • At tey lesandi fakliga skulu vera før fyri at lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu og tilgongdirnar í kyknuni • At tey lesandi kenna kyknugøgnini og eru før fyri at lýsa hvussu einstaka einstaka kyknugagnið virkar einsæris, og hvussu tað er heft at øðrum kyknugøgnum • At tey lesandi læra seg at brúka neyðugu kanningarhættirnar at kanna kyknur og einkyknuverur • At tey lesandi eru før fyri at lýsa kyknuna eftir vísindaligum leisti
Innihald
Evnafrøðiligu tilgongdirnar og ymsu kyknugøgnini verða viðgjørd. Serligur dentur lagdur á týdningin av vatni og kolevni, og ymsu tilgongdirnar í kyknuni verða viðgjørdar, so sum metabolisma, respiratión, gering, fotosyntesa, kyknubýti. Somuleiðis hevur hugt at orkuflutningi og uppbygging av ymiskum evnum, og hvussu kveikar stýra teimum ymsu tilgongdunum. Eisini verða einkyknuverur viðgjørdar, umframt einstakar smáverur, so sum t.d. blámusoppur, soppar sum gera penisillin, umframt mjólkasýrubakteriur. Kanningar verða gjørdar, m.a. av fotosyntesu/respiratión, eins og royndir verða gjørdar at kanna tal av sporum og bakterium í luftini, og um vit finna nakrar bakteriur sum eru mótstøðuførar fyri penisillini. Harumframt verður gjørt jogurt, breyð og alkohol, og hugt verður at hýggjuskotnum breyði og viði. Arbeitt verður bæði við mikroskopum og kemiskum kanningum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið verður verður skrivlig uppgáva skrivað, har tey lesandi fáa til uppgávu at lýsa hvør sítt kyknugagn, bæði viðvíkjandi útsjónd, virknað og tær evnafrøðiligu tilgongdir ið knýta seg at tillutaða kyknugagninum. Hesin partur verður gjørdur einæris. Harumframt verður ein felagsuppgáva, har greitt verður frá sambandinum millum tey ymsu kyknugøgnini hvørt við annað. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at tryggja, at kyknugagnið hjá viðkomandi er við í felags viðgerðini. Uppgávan verður mett bæði út frá fakligum, málsligum, og hvussu væl greitt verður frá. Skeiðið verður mett staðið ella ikki staðið.