7424.11 - Kroppur / fysiologi


Skeiðsnummar
7424.11
Heiti
Kroppur / fysiologi
ECTS
9
Endamál
Endamálið við skeiðnum er: • At tey lesandi fakliga skulu vera før fyri at skilja hvussu kroppurin starvar • At tey lesandi duga at leggja til rættis undirvísing í lívfrøði • At tey lesandi duga at finna fram hóskandi tilfar at nýta í undirvísingini • At tey lesandi duga at gera næmingarnar virknar í undirvísingarhøpi • At tey lesandi duga at skipa fyri venjingum í lívfrøði • At tey lesandi duga at leggja fram lívfrøðiligt ástøði • At tey lesandi duga at leggja fram úrslit frá venjingum • At tey lesandi duga at eftirmeta venjingar • At tey lesandi duga at eftirmeta venjingarfrágreiðingar
Innihald
Evnini arbeitt verður við er mannakroppurin við denti á føðslu, sodning, blóðrensl og respiratión, kropsverjur, hormon, nøring og sansaskipanir. Harumframt verður eisini hugt at plantuvirknaði. Evnini verða býtt út á bólkar. Hvør bólkur hevur ábyrgdina av at leggja undirvísing og venjingar til rættis, so øll týðandi evni verða viðgjørd. Øll lesandi skulu í minsta lagi vera við til at skipa fyri tveimum ymsum evnum. Tey lesandi skulu í størst møguligan mun finna fram venjingar sum hóska til tey amboð og tað tilfar sum er tókt. Harumframt skulu tey lesandi kunna seg við tað tilfar sum er til taks hjá Nám. Bólkurin sum skipar fyri ber so í bandi, at hini lesandi skriva frágreiðing um venjingarnar. Fyriskipanarbólkurin skal góðtaka frágreiðingarnar frá hinum lesandi, og harumframt skriva sína egnu frágreiðing.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við framløgu grundað á synopsu. Evnið skal hugsavnað seg um royndirnar við at skipa fyri undirvísingini, samstundis sum tað fakliga innihaldið eisini skal viðgerast. Eftirmetingarúrslit: Próvtal eftir 13 talsstiganum verður latið.