7425.11 - Vistfrøði


Skeiðsnummar
7425.11
Heiti
Vistfrøði
ECTS
9
Endamál
Endamálið við skeiðnum er: • At tey lesandi fakliga kenna náttúru, fjølbroytni, vistfrøði og umhvørvi • At tey lesandi duga at knýta ta vitan tey hava fingið í skeiðunum í kyknuni, kroppinum og ílegunum við tey fyribrigdi sum tey finna í náttúruni • At tey lesandi duga at lýsa náttúru- og umhvørvisviðurskifti fyri ymiskum málbólkum • At tey lesandi duga at greiða frá veðurlagsbroytingum og møguliga ávirkan á føroysku náttúruna • At tey lesandi skilja og duga at greiða frá týdninginum av góðari stovnsrøkt • At tey lesandi duga duga at seta viðkomandi spurdómar innan náttúru og umhvørvi, og at svara hesum spurningum • At tey lesandi duga at lýsa føroysku náttúruna, og samanbera hana við náttúru aðrastaðni • At tey lesandi duga at fara út í náttúruna og hava undirvísing úti í náttúruni • At tey lesandi duga at leggja undirvísing í vistfrøði til rættis • At tey lesandi duga at eftirmeta sína egnu undirvísing – grundað á starvslæru
Innihald
Yvirskipaðu evnini arbeitt verður við eru vistfrøði sum heild, lív- og búøkir, veðurlagsbroytingar, stovnar, samfeløg og dálking. Serligur dentur verður lagdur á føroysku náttúruna, og at Føroyar eru oyggjabólkur. Sammett verður við aðrar oyggjabólkar. Tey lesandi skulu skriva nógvar smærri uppgávur, og hesar skulu venda sær til ymsar málbólkar, tað veri seg fólk/ung við ymiskum gávum og lærihættum, úr ymiskum samfelagsbólkum ella úr ymiskum økjum. Tey lesandi skulu harumframt fáa venjing í at fara út í náttúruna. Hetta verður partvíst gjørt við stuttum túrum onkran dagin, umframt ein vikuskiftistúr har øll skulu gista. Partur av skeiðnum verður at fyrireika undirvísing í føroyska fólkaskúlanum, og eisini verður farið í starvslæru í 2 vikur.
Próvtøkuháttur
Latast skulu inn smærri spurdómsstýrdar uppgávur, sum skulu góðkennast. Harumframt skulu latast inn 4 uppgávur, har tey lesandi einsæris svara ymsar bundnar spurningar um lívfrøðilig viðurskifti í oyggjabólkum. Próvtal verður latið fyri hesar 4 bundnu uppgávurnar, soleiðis at hvør teirra telur 15% av samlaða próvtalinum, tilsamans 60%. Endaliga próvtøkan verður aftan á tey lesandi hava verið úti í starvslæru, og telur munnlig frágreiðing um gongdina í starvslæruni 40% av samlaða próvtalinum. Próvtal eftir 13 talsstiganum verður latið.