7501.12 - Tónleikaástøði og hoyrilæra


Skeiðsnummar
7501.12
Heiti
Tónleikaástøði og hoyrilæra
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal fáa innlit í og vitan á grundstøði til at skilja tónleik sum abstrakt mál og í grundstabbarnar í tónleiki so sum melodi, harmoni, rútmu og dynamikk og onnur tónlistalig úttrykk. Tann lesandi skal gera lurti og hoyri-venjingar. Tann lesandi skal læra at greina tónleik. Tann lesandi skal læra at gera satsir, ið eru smíðaðir til ymisk aldurstrin
Innihald
• Nóta og rútmulæra • Reglusom og óreglusom taktsløg • Leys og føst fortekn (Kvintringin) • Transponeraði ljóðføri • Tónlistarlig úttrykk og hugtøk • Tónleikagreining • Hoyrilæra • Trin og funktionsharmonikk • Skriva og leggja tónleik til rættis á teldu (FINALE)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi • Megna at arbeiða við, greiða frá og brúka tónleikaástøði og hoyrilæru, sum partur av tónleikaundirvísingini á øllum stigum fólkaskúlans. • Vera førur fyri at finna fram vitan innan øll øki í tónleikaástøðinum og hoyrilæruni. • Megna at viðgera tónleikaástøði og hoyrilæru sum part av tónleikafrálæruni. • Megna at brúka tónleikaástøði at samanbera ymisk tónleikasløg (genrur) og ymisk tíðarskeið í tónlistasøguni. • Duga at fyrireika námsskráir og gera undirvísingartilgongdir, har tónleikaástøði og hoyrilæra eru nátúrligur partur av lærutilfarinum og undirvísingini.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakari lýsing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen