7507.12 - Skapandi tónlist


Skeiðsnummar
7507.12
Heiti
Skapandi tónlist
ECTS
10,5
Endamál
Tann lesandi skal fáa innlit í hogflog og skapanarlyndi menniskjans, filosofiskt, ástøðiligt og tónlistarligt. Við tónlistaligari skapan skal tann lesandi ogna sær førleikar at gera verkætlanir á øllum stigum fólkaskúlans, har allir næmingar eru virknir.
Innihald
• Estetiskar lærutilgongdir • Stump • Sang • Siðbundi samanspæl • Skipaða improvisatión • Frí improvisation • Tónleikur í samspæli við onnur úttrykk, so sum tekning, rørslu, mál og rúm
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, venjingar og framløgur.
Læruúrtøka
• Tann lesandi megnar at arbeiða við skapandi tónlist og estetiskum tilgongdum • Tann lesandi er førur fyri at nýta síni egnu skapanarevnir og hugflog í undirvísingini • Tann lesandi er førur fyri at tvinna tónleik og aðrar úttryksformar saman, so at tónleikurin er við til at mynda allar sansir hjá næmingunum • Tann lesandi skal vera førur fyri at brúka ymisk ástøðir sum grundarlag undir at menna tónlistarligu skapanarevnini hjá næmingunum • Tann lesandi skal megna at fyrireika námsskráðir og gera undirvísingartilgongdir, har skapandi tónlist, estetiskar lærutilgongdir og sangur, eru nátúrligur partur av læritilfarinum og undirvísingini.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakari lýsing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin