7509.12 - Lærutilgongdir í tónleikaundirvísing Fólkaskúlans


Skeiðsnummar
7509.12
Heiti
Lærutilgongdir í tónleikaundirvísing Fólkaskúlans
ECTS
7,5
Endamál
At gera lærutilgongdir og við hesum fáa praktiskar royndir í at seta sær undirvísingarlig mál. Finna miðlar og metodur at náa hesum málum, og gera bæði her og nú metingar, ávegis og endaliga eftirmetingar av lærutilgongdunum. Endamáli við skeiðinum er at tann lesandi: 1. skal gerast førur fyri at tilrættaleggja tónleikaundirvísingina so hon byggir á kontinuitet. 2. skal gerast førur fyri at finna metodur og arbeiðsamboð so at tónleikaundirvísingin gerst meiningsfull fyri øll. 3. skal gerast førur fyri at kunna broyta ta tilrættalagda skjótt, um tað gerst neyðugt, og annars at vera førur fyri at eftirmeta undirvísingina so hvørt.
Innihald
• Fakdidaktikk og metodur • Undirvísingaramboð (ljóðføri, ljóðannlegg, teldutøkni) • Starvsvenjing og teori
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði og starvsvenjingar.
Læruúrtøka
• Tann lesandi skal hava innlit í fakdidaktikk og metodur • Tann lesandi skal duga at brúka ymisku undirvísingaramboðini í fakinum tónleik • Tann lesandi skal vera førur fyri at leggja tónleikaundirvísing til rættis á øllum floksstigum fólkaskúlans • Tann lesandi skal megna at tilrættaleggja og føra undirvísingarætlanir til veruleika á øllum floksstigum fólkaskúlans, soleiðis at allir næmingar fáa eina úrtøku. • Tann lesandi skal megna at tilrættaleggja bæði undirvísing og undirvísingartilfar á øllum floksstigum fólkaskúlans
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur verður lýstur í serstakar lýsing
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin