7511.10 - Byrjanarundirvísing í handarbeiði


Skeiðsnummar
7511.10
Heiti
Byrjanarundirvísing í handarbeiði
ECTS
12
Endamál
1. At menna tann lesandi inneftir, til tess at víðka sína fatan og dugnaskap í lærugreinini 2. At menna tann lesandi úteftir, ti tess at fáa førleikar at leggja til rættis fjøltáttaða undirvísing, til næmingar á ymiskum støði. Skeiðið viðger grundleggjandi handarbeiðsførleikar.
Innihald
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi Tey lesandi ogna sær • grundleggjandi vitan innan tilfarslæru, litlæru og amboðsnýtslu • breiða fatan av søguliga og nútímans týdninginum av handarbeiði, og hvør broyting er farin fram • grundleggjandi didaktiska vitan innan fakøkið
Próvtøkuháttur
• Ein skrivlig 48 tímar uppgáva við denti á viðgjørdu førleikarnar. • Framsýning av arbeiði frá skeiðinum • Framløga fyri flokkinum Eftirmetingin er innanhýsis, og verður dømd við staðið/ikki staðið Hugt verður eftir: Um tey lesandi: • hava skilt tilfars-og litlæru, og duga at nýta hetta. • duga at nýta seymimaskinu og onnur amboð rætt. • sýna fram arbeiði á hóskandi støði • duga at reflektera yvir didaktiskar og námsfrøðiligar møguleikar í handarbeiðsundirvísing í fólkaskúlanum. Um uppgávan • er væl skipað • sýnir góðan málburð, orðalag og staving