7512.10 - Tægrir, træðrir og toy


Skeiðsnummar
7512.10
Heiti
Tægrir, træðrir og toy
ECTS
13,5
Endamál
1. At tey lesandi fáa kunnleika til at arbeiða við tekstilum tilfari í sínum grundformi – tægrir, við tí viðgjørda tilfarinum – tráði ella tógv, og við tilgjørda tilfarinum, toy. 2. At tey lesandi reflektera yvir undirvísingarmøguleikarnar sum kunnu vera innan hetta økið. 3. At tey lesandi royna at sniðgeva egnu hugskot síni, og læra at koma frá hugskoti til úrslit
Innihald
Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði. Í samstarv við tey lesandi verður arbeitt eksemplariskt við evninum. Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi Tey lesandi skulu ogna sær breiða vitan um: • tøving og pappírsframleiðslu • binding, hekling og aðrar eygateknikkir • vev-og flættitøkni • sniðgeving og seyming • grundleggjandi didaktiska vitan innan fakøkið Starvslæra: Farið verður í starvslæru, har tey lesandi fyrireika undirvísing, sum skal roynast í verki.
Próvtøkuháttur
• Framsýning har dentur verður lagdur á dokumentatión av arbeiðgongd • Skrivlig uppgáva, sum skal vera 12 – 15 síður. Skrivað verður í bólki. Uppgávan skal innihalda: • Undirvísingarupplegg • Fakfakligt, didaktiskt og námsfrøðiligt ástøði • Refleksión um hvussu undirvísingin royndist í verki Eftirmetingin er uttanhýsis, og verður dømt eftir 13-skala. Hugt verður eftir um tey lesandi: • Duga at nýta hóskandi námsfrøðiligt ástøði • Duga at laga undirvísing til ávísan bólk, og differentiera eftir avvarandi næmingum. • Duga at reflektera yvir royndirnar í starvslæruni Um uppgávan: • er væl skipað • sýnir góðan málburð orðalag og staving • vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipan.