7513.11 - Handarbeiði í tvørgreinaligum høpi


Skeiðsnummar
7513.11
Heiti
Handarbeiði í tvørgreinaligum høpi
ECTS
9
Endamál
Undirvísingin hevur til endamáls: • At geva teimum lesandi kunnleika til og royndir í at arbeiða tvørfakligt við skapandi læru. Samstarvað verður millum linjurnar í handarbeiði og smíð. • At geva tí lesandi vitan um eksperimentarandi virksemi. • At geva teimum lesandi royndir í at nýta storyline sum undirvísingarhátt
Innihald
Arbeitt verður ástøðiliga og ítøkiliga við eksperimenterandi virksemi. Ein story-line verkætlan verður løgd til rættis, og arbeitt verður partvís eftir hesum arbeiðshátti. Ein partur av skeiðinum verður løgd til rættis saman við smíð-læraranum. Dentur verður lagdur partvís á bólkaarbeiði og samstarv, partvís á førleikan at arbeiða skapandi og innovativt.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við skrivligari bólkauppgávu við støði í storyline verkætlan, og munnligari framløgu . Uppgávan skal vera 10 – 15 síður. Eftirmetingarúrslit: Verkætlanin verður løgd fram. Innanhýsis eftirmeting. Staðið/ ikki staðið. Tá mett verður um uppgávuna verður hugt eftir: Um tey lesandi megna: • at gera eina storyline verkætlan • at leggja støði til eina storyline verkætlan • duga at sálda tilfarið til ymiskar aldursbólkar • duga at leggja fram storylineverkætlan Um uppgávan: • er væl skipað • sýnir góðan málburð orðalag og staving • inniheldur vísindaligar keldur og APA-tilvísingarskipan.